Fimm dystir eru á skránni í Formula-deildini í kvøld.
Í Fuglafirði tekur ÍF móti B36. Í Gøtu dystast Víkingur og B68. Við Margáir á Streymnesi spæla EB/Streymur og KÍ. NSÍ og B71 dystast við Løkin í Runavík, og í Havn spæla HB og Skála.
Í Havn verður byrjað klokkan 18.00. Í Streymnesi verður byrjað klokkan 19.00. Allir hinir dystirnir byrja klokkan 18.30.