Fult av fólki til felagssang

Økið niðri við Ærisportrið gjørdist stúgvandi fult, tá felagssangurin var á skránni á Ovastevnu í Nólsoy Tað eru ávís tiltøk, sum eru fastir tættir til nærum eina og hvørja stevnu. Vit kunnu til dømis nevna tombola og 21-spæl, hoppiborgir, fiskibrunnar ? og so felagssangur.

Á Ovastevnu hevur hetta verið fastur táttur tey nógvu mongu árini, kanska ikki tað ella tær fyrstu stevnurnar, men í hvussu er tær seinastu 10-12.

Sum á øðrum stevnum eru tað teir kendu góðu gomlu við onkrum nýggjari íkasti, sum verður sungið, men í Nólsoy er tað vorðið traditión fyri, at nakrir sera vakrir lokalir sangir eisini eru at finna í sangheftinum.

Felagssangurin hevur altíð havt fast stað undir Mikkjalsveggi, har sum Ærisportrið stendur, og har sum eisini minnisplátan yvir Ova Joensen stendur.

Tað er altíð nógv fólk til hesar hugnaligu løtur, og so var eisini í ár. Eitt tal er ilt at meta um, men nøkur hundrað fólk vóru til løtuna.

Í dag verður sagt frá heldur verri veðri, men hinvegin so skuldi verða regn av og á í gjár, og tað sóu vit einki til, so vónandi verður veðrið ikki so ringt sum spátt