Fullveldisskattur

   

Vit hava seinastu dagarnar fingið ein forsmakk uppá hvat vit kunnu vænta okkum frá samgonguni í samband við, at fáa fíggjarlógina fyri 2004 at hanga saman ? ella í øllum føri pynta eitt sindur uppá undirskoti. Hetta prógva signalini samgongan hevur sent út, at nú skal avgjaldi av góðgæti og sodavatni hækkast munandi og at ein króna skal gjaldast av hvørjum beriposa til landskassan.

Grundgevingarnar
Grundgevingarnar eru, at vit skulu eta sunnari og verja umhvørvi, men sjálvsagt er hetta fyri at fáa fleiri inntøkur í landskassan, nú inntøkuvøksturin frá skatti og avgjøldum annars sær út til at flata út, hetta sum ein fylgja av fallandi fiskaprísum og ringvirkningarnir frá niðurskurðinum í blokkinum.
Grundgevingarnar fyri góðgæti og sodavatni eru kanska á eini leið, tí um prísirnir á hesum vørum hækkar kann roknast við, at minni verður keypt. Men um samgongan meinar, at vit skulu hava ein sunnari ungdóm, hví er so stuðulin til ítrótt skerdur síðstu árini, tí er tað nakað ungdómurin hevur brúk fyri í dag, er tað at verða meira í rørslu, men kanska játtanin til ítrótt hækkar samsvarandi inntøkuhækkingini av omanfyri nevndu eykaavgjøldum.
Men grundgevingin fyri, at leggja eina krónu í avgjaldi á hvønn beriposa og kalla hetta ein umhvørvisskatt er heilt burturvið. Tí beriposarnir, ið verða nýttir í dag eru als ikki skaðiligir fyri umhvørvi, tá ið ein posi verður brendur, er tað einans koltvíilta og vatn í kemur frá brenningini. Og um meiningin við uppskotinum er, at fáa fleiri inntøkur til landskassan er hetta eisini ivasamt, tí at roknast kann við at ein beriposi verður so dýrur, at eingin vil keypa posan og so verður heldur ikki avgjald goldið í landskassan.

Framleiðsluvinnan
Vit hava eitt virkið í Føroyum, ið hevur víst at teir eru kappingarførir við útlendingar, og tí framleiðir ein stóran part av beriposinum, ið verða bruktir í Føroyum og er hetta virkið eitt av teimum fáu virkjunum vit hava, ið framleiðir brúksvørur sum tálma innflutninginum og hervið bøta um okkara handilsjavna við umheimin. Av tí at framleiðslan av beriposum er ein rættiliga stórur partur av samlaðu framleiðsluni vil hetta uppskoti verða til óbótaligan skaða fyri hetta virkið.
Umsitingarliga verður ómøguligt at tryggja, at avgjald verður goldið av øllum beriposum, eitt nú er tað heilt vanligt, at handlar fáa beriposar við ymiskum merkjum á ókeypis í samband við keyp av eini vøru frá útlandinum og her verður tað eingin annar enn føroyski framleiðarin í er stóri taparin, saman við brúkarinum.