Millum teirra, sum fekk ein spurning var javnaðarmaðurin Kristian Magnusen. Sjálvur fekk eg bara endan við, og í endanum av fundinum sigur Kristian millum annað, at sonevnda ABC-samgongan megnaði tað, ið fullveldissamgongan ikki megnaði, nevnliga at byggja tveir nýggjar miðnámsskúlar í ávíkavist í Hovi og í Vestmanna, eins og Tekniski Skúlin í Klaksvík verður útbýgdur. Minnist meg rætt so nevndi Magnus ein fjórða skúla, men minnist ikki hvør tann skúlin var.
Eftir at Magnus nevndi hesar skúlarnar gav hann ABC-samgonguni æruna av, at skúlarnir vóru bygdir og víðkaðir/umbygdir. Eg skal geva Magnusi rætt, byggingin av hesum er farin fram í hesi samgongu, men Magnus skal ikki geva hesari samgongu æruna av, at hesir skúlarnir eru undir bygging. Tað er Fullveldissamgonguni at takka, at hesir skúlarnir verða gjørdir og víðkaðir. Tað, sum Magnus ikki hevur hugsað um er, at slík byggitiltøk skulu hava eina politiska viðgerð, har ein samtykt verður gjørd í síðsta enda. Tað er henda samtykt, sum Fullveldissamgongan tók, og við heusm samtyktum, so kann ABC-samgongan taka æruna av, at skúlarnir eru bygdir og víðkaðir.
Eg haldi, at tað er ótrúligt, at ein so lutfalsliga royndur politikari sum Kristian Magnusen gevur teim pørtum, sum ikki skulu hava nakra æru fyri hetta virksemi, alla æru fyri at tað bleiv byrjað at byggja. Men hetta er bara vanligt, at slíkt hendir.
So Kristian, nú er Sandoyartunnilin er samtyktur av ABC-samgonguni, tí samgongu, sum tú er partur av, so kemur tað landsstýri, sum hevur henda tunnil lati bygd tekur sær æruna av, at hesin tunnil er bygdur. Tá er ikki at koma afturum aftur og siga, at ABC-samgongan hevur alla æruna av tunnlinum, tí ger tú tað, so skal tú geva Fullveldissamgonguni somu æru, sum tú tá gevur ABC-samgonguni. Og minst til eitt, fullveldissamgongan prioriteraði útbúgving. Annars kundu tit ikki latið skúlarnar byggja.