Fullveldissamgonga er ein møguleiki

Javnaðarflokkinum, Sambandsflokkurin og Framsókn er ein møguleiki, um úrslitið verður sum veljarakanningarnar siga, men tað kann eisini enda við einari fullveldissamgonga uttanum Javnaðarflokkin, stendir tað Til Poul Michelsen

Tvær ymiskar veljarakanningar hava nýliga givið samgonguni lemjandi slag frá veljarunum.

Javnaðarflokkurin og Tjóveldi ganga fram, og tað sær út til, at Poul Michelsen, sum stendur á odda fyri Framsókn, kann blíva ein lyklapersónur, tá samgongan skal setast saman av nýggjum.

Í øllum førum um Javnaðarflokkurin sendur fast við, at flokkurin ikki fer í samgongu við Fólkaflokkin.

Um Framsókn ikki er við, skal Javnaðarflokkurin hava bæði Sjálvstýrisflokkin og Miðflokkin við í eina meirlutasamgongu.

Formaðurin í Framsókn, Poul Michelsen, sigur, at tað ikki er sannlíkt við eini samgongu millum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Framsókn.
- Vit liggja for langt frá hvørjum øðrum í fullveldisspurninginum, sigur Poul Michelsen, sum eitt nú heldur at Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin raðfesta yvirtøkumál ov lágt.

Hinvegin er ein møguleiki ein samgonga millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn, sambært formanninum í Framsókn.

- Vit hava nógv til felags. Eitt nú búskaparpolitikkin, har vit vilja lækka skattin fyri miðal- og láginntøkurnar. Tað halda vit er tann rætti mátin at fáa búskapin á rætta kós, og har eru vit for langt vekk frá samgonguflokkunum.

Men hetta er ikki einasti møguleikin sambært Poul Michelsen. Ein fullveldissamgonga er eisini møgulig – tað velst um, hvar Framsókn fær stórst ávirkan, og hvussu langt Fólkaflokkuriner til reiðar at boyggja seg, tá tað millum annað kemur til fiskivinnupolitikkin.

Poul Michelsen er ein av fremstu forsprákarunum fyri einari fiskivinnunýskipan, sum ikki gevur fiskiríkidømi til nøkur fá, men heldur ger tað lættari hja nýggjum aktørum at koma inn í fiskivinnuna.

- Fólkaflokkurin vil gjarna hava at nøkur fá bestemma, men vit vilja gjarna spjaða møguleikarnar fyri at skapa virðisøking í fiskivinnuni út. Eg haldi ikki, at tað er gott fyri landið, at nøkur fá fólk vera ríkaði upp á hendan hátt, sum vit síggja við verandi fiskivinnuskipan, sigur Poul Michelsen.

At fara í samgongu er altíð eitt spurningur um at taka og geva, men Fólkaflokkurin hevur tó ikki fyri vana at slaka á akkurát fiskivinnupolitikkinum.