Undir viðgerðini av fíggjarlógini síðsta ár hevði undirritaði eina grein undir heitinum "dugir Samgongan at spara" tá segði undirritaði millum annað.
Tá fíggjarlógin fyri 2003 var fyri, visti Samgongan av, at um allar útreiðslir, og rætt mettar inntøkir vóru tiknar við, hevði hon víst eitt hall, hettar mátti undir ongum umstøðum henda, tí so seinkaði tað fullveldinum.
Í staðin fyri at loysa trupulleikan beinaveg, var farið yvir at skumba veruligar útreiðslir frameftir, við at fáa tær við á eykajáttanir fyri árið eftir, andstøðan saman við onkr-um einstøkum samgongulimi, átalaðu hesa skeivu og vandamiklu gongd, men einki nyttaði.
Hetta var og er eftir mínum tykki ein vánaligur, vandamikil og óbúgvin máti at arbeiða uppá, nemliga at skapa eitt yvirskot, sum øll vita ikki er rætt.
Nú gongur sjón fyri søgn, tað hevur í meðal verði eykajáttanir uppá 150 mill síðani 98 men fyri 2003 verða eykajáttanir uppá 181 mill kr, tað vil siga, at vit longu í ár eru noydd at fara eftir innistandandi í Landsbankanum.
Fyri Fíggjarlógina 2003 var eg skeptiskur, tá eg sá hvussu vanlig fólk í Samgonguni slett ikki lurtaðu eftir eitt nú Landsbanka, Føroya Banka og Føroya Sparikassa, og ikki minst, segði Fíggjarmálaráðharrin at metingarnir fóru ikki at halda, tær vóru alt ov positivar.
Nú er Fíggjarlógin fyri 2004 komin og eftir at hava hugt eftir henni, er mítt sinnalag broytt, frá skepsis til undran, ella sagt á annan hátt, eg standi spyrjandi um hvussu fólk veruliga kunnu seta seg niður, og gerða eina fíggjarlóg, sum er verri mett enn tann í 2003, bæði á inntøkusíðuni og útreiðslusíðuni.
Eri ikki mest undrandi fyri tølunum sjálvum, men at Samgongan enn tosar um at livistøðið ikki skal lækkað, og at vit framhaldandi menna vælferðarsamfelagið, og at familjan hevur tað betri í 2004 enn i 2003.
Tá ein seriøsur Journalistur spurdi Fíggjarmálaráðharran hvussu tað hekk saman at Samgongan hevði brotið sítt egna Samgonguskjal, sum sigur at munurin millum inntøkir og útreiðslir skulu vaksað positivt á hvørjum ári og tað ikki sást aftur á fíggjarlógini, eftirsum hallið er uml 140 mill størri í ár enn í fjør, var svarið at Samgonguskjalið var gjørt eina heita nátt, og tá var so nógv sagt.
Tá hugsaði eg sum Nólsoyingurin segði á sinni, tá útvarpsmaðurin spurdi hvat hann segði um, at holið var rapað eystanfyri bygdina, tá svaraði gamli " hvat skal man siga , hvat skal man siga".