Fullveldisríki, tjóðríki og hjálandaveldi

Kaj Leo Johannesen, sambandsfloksins formaður, royndi í grein herfyri at greiða frá ráki í altjóðasamfelagnum. Tíverri var einki skil á tí, sum hann skrivaði. Her royni eg at rætta har, sum Kaj Leo fór skeivur

Jógvan Jacobsen,
formaður Unga Tjóðveldisins


Fyrst nakrar skilmarkingar (da: definitioner). Eitt fullveldisríki (da: suvuræn stat) er ein politisk og landafrøðilig eind, sum er viðurkend av øðrum fullveldisríkjum. Eitt tjóðríki (da: nationalstat) er eitt fullveldisríki við einari tjóð sum íbúgvar, politisk og tjóðalig mørk samsvara nøkunlunda. Eitt hjálandaveldi (da: kolonimakt) er eitt fullveldisríki við undirskipaðum hjálondum ella hitt hægsta landið í hesum hjálandasambandinum. Kaj Leo Johannesen blandar hesi hugtøkini saman.

Kaj Leo skrivar, at einki fullveldisríki er til, sum ikki hevur handil við onnur lond. Og út frá hesum sínum uppáhaldi ger hann ta niðurstøðu, at einki veruligt fullveldisríki er til. Ikki eiti á logikkur.

Hetta byggir á gamla fatan av fullveldisríkjum frá teirri tíðini, tá ið øll vildu vera hjálandaveldi. Eftir krakkið á Wall-street í 1929 merktist búskaparliga kreppan millum landa og eisini í Føroyum. Tí fóru fullveldisríki at byrgja seg inni við tollmúrum og øðrum, fyri at steðga millumtjóðahandli, og heldur flyta rávørur inn úr hjálondum sínum. Tá gjørdist vanlig at halda, at fullveldisríki ikki skuldu hava handil sína millum.

Men hetta fór ikki at halda. Eftir seinra heimskríggj gjørdust hjálond sjálvstøðug fullveldisríki og hjálandaveldi tjóðríki. Summi hjálond gjørdust eisini tjóðríki. Og ongantíð hava so nógv tjóðríki og fullveldisríki verið til sum nú.

Arbeitt verður tó ímóti hesi tjóðríkjarørsluni. Tapararnir í tjóðríkjarørsluni, gomlu evropeisku hjálandaveldini, royndu herfyri við ES-grundlógini at gera ES til eitt satt stórsamveldi. Men hetta miseydnaðist. ES megnaði ikki at ganga ímóti tjóðríkjarørsluni.

Sostatt kunnu vit staðfesta, at niðurstøðan hjá Kaj Leo Johannesen er skeiv. Hvørki fullveldisríki ella tjóðríki eru á veg í søguna. Harafturímóti eru hjálandaveldini, sum júst Sambandsflokkurin umboðar, á veg í søguna. Sanniliga hava lond handil sína millum. Men hesin ávirkar ikki støðu teirra sum fullveldisríki ella tjóðríki.

Sambandið, sum vit hava til Danmarkar og Grønlands, hetta sum sambandsfólk nevna ríkisfelagsskap, er ein leivd av hjálandatíðini. Og hetta sambandið er á veg í søguna.

Ongantíð hava so nógv fullveldisríki og tjóðríki verið til sum júst nú. Og ein dag verða eisini Føroyar sum fullveldisríki og tjóðríki partur av altjóða samfelagnum, og ikki, sum nú, innilæst í einari gamlari leivd av einum hjálandaveldi.