Útisetar í Danmark kunnu mánakvøldið 1. mars leggja allar sínar hugsanir og spurningar um loysing ella samband fram fyri føroyskar politikarar í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Klokkan 19.00 hetta kvøldið sita Høgni Hoydal, Óli Breckmann, Jóannes Eidesgaard og Edmund Joensen til reiðar við pallborðið at kjakast við føroyingarnar í Danmark um fullveldisætlanina hjá landsstýrinum.
Fullveldiskjakið í Føroyahúsinum verður opið fyri øllum viðkomandi spurningum, men til tess at stýra kjakinum verður tað eisini skipað í nøkur undirevni, sum við atliti at fullveldinum hava fingið arbeiðsheitini: Politiska Leiðin og Samfelagsbúskapurin, Heilsuverkið og Gransking v.m., Útbúgvingarskipanin, Sosialmál, Oljuævintýrið og Vinnulívið, Rættarskipanin og Løgreglan, Uttanríkismál og Føroyar og Danmark á einum Vegamóti.
Nakrir útisetar hava við undirevnunum í huga longu fyrireikað seg at taka ímóti politikarunum úr Føroyum. Teir fara ? eins og øll hini, ið hava hug ? at seta pallborðinum spurningar og gera viðmerkingar, sum tey hava kjakast um frammanundan.
Nakrir tilkomnir og eldri føroyingar, sum hava búð og starvast í Danmark í nógv ár, hava eitt nú talað saman um felags søguna hjá Føroyum og Danmark, kenslur og familjubond og mentan, sum teir helst fara at bera upp á mál við politikararnar.
Útvarpið festir fundin á band, og hann verður sendur í sendingini »Føroyar í Dag« týskvøldið 2. mars og í »Fimmaranum« mikudagin 3. mars. Eisini verður sagt frá tiltakinum í beinleiðis innsløgum í tíðindasendingunum hjá Útvarpinum.
Føroyahúsið skipar teir hugnaligu karmarnar um fundin. Borðreitt verður við stoktum lambskjøti, eplum, grønmeti og sós frá klokkan 16.00?18.30, og harafturat verður eisini sangur og tónleikur á skránni í Føroyahúsinum hetta kvøldið.