Javnaðarflokkurin er klárur ? fólkið skal setast fremst!
Síðani 1998 hevur Føroya land verið stýrt av eini fullveldissamgongu.
Hóast flestu føroyingar leingi hava sæð, at endin var nær, so hava nakrir lærhvølpar roynt til tað seinasta at varta upp í fjølmiðlunum við sínum óbúna naiviteti og óvitan. Men lítið hjálpti, tí veruleikin kann ikki krógvast í allar ævir.
Í dag vita vit, at nærum allur tann politikkur, sum hevur verið trúttaður niður í okkum síðan 1998 og til nú, hann bar ikki. Hettar hava vit onnur roynt at siga samgonguflokkunum frá, men teir vildu ikki lurta. Nú eru teir við at eta hvønn annan.
Javnaðarflokkurin segði greitt frá, at vit komu ikki longur fram á sjálvbjargnis- og sjálvstýrisleið við at:
1)Fara til Danmarkar at sláa nevan í borðið og bresta við hurðunum ? vit bert eyðmýktu okkum sjálvi.
2) Fara til ST í New York at forklaga ? vit vóru vendir í hurðini.
3) Halda fólkaatkvøður um grundlóg og loysing uttan ein stóran meiriluta av veljarunum aftan fyri seg.
4)At minka blokkin úr Danmark við risafetum ? tað skaðir okkara vælferð, og tað vil fólkið ikki.
Nei, bert ein gongd leið er framá við meira sjálvstýri, og tað er tann leiðin, sum Javnaðrflokkurin hevur gingið og er til reiðar at ganga, tó bert við so nógvari ferð, at tað ikki nervar okkara búskap og harvið vælferð Føroya fólk.
Men fullveldisflokkarnir vildu ikki lurta. Teir sigldu á eitt sker fyri og annað eftir, og nú er fullveldis-skútan ? sambært Jógvan Mørkøre ? kollsigld og sokkin.
Fyrsta sjálvstýris-landsstýrið yvirtók jólaheilsanirnar. Tað næsta sendi 367 milliónir krónir árliga retur til Danmark. Og nú fingu teir ikki fíggjarløgtingslógina at hanga saman, rýmdi tí í ótíð, sjálvt um vit hava havt tey sjey feitu árini búskaparliga. Slíkt eru garpar?
Nú má tað vera gingið upp fyri føroya fólki, at okkum tørvar ein annan politikk, eitt annað landsstýri, eina aðra samgongu á løgtingi, helst við Javnaðar-flokkinum á odda.
Fullveldisfestin er av, tey rýmdu frá uppvaskinum. Men Javnaðarflokkurin er klárur at taka yvir. Tí verður biðið um fólksins stuðul tann 20. januar 2004.