Fullveldi verður høvuðsmál

Nýggi sjálvstýrisleisturin hjá samgonguni verður ovasta málið á dagsskránni fyri landsfundin hjá Fólkaflokkinum leygardagin

Eftir landsfundin leygardagin skal eingin av limunum í Fólkaflokkinum ivast um nýggja sjálvstýrisleistin hjá samgonguni.

? Vit mugu viðgera hetta málið so gjølla, at tað hereftir fer at klára seg sjálvt, sigur Óli Brecikmann, formaður í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum.

Óli Breckmann roknar við, at fólk á landsfundinum fara at taka undir við nýggju ætlanini, sum Fólkaflokkurin er partur av. Hann sigur seg rokna við, at fólk hava skilt, at tað var neyðugt at broyta mannagongdina í fullveldismálinum, um komast skal á mál.


Nógv onnur mál

Men hóat nýggi leisturin í sjálvstýristilgongdini verður ovasta málið á skránni, roknar Óli Breckmann ikki við, at hetta fer at verða málið, ið fær drúgvastu viðgerina á landsfundinum.

? Vit hava nógv onnur týdningarmikil mál, sum vit skulu viðgera. Millum hesi eru fiskivinnan, fíggjarpolitikkurin, skattapolitikkurin, pensjónstryggingin, partabrævamarknaður og vinnumál og privatiseringar, vísir Óli Breckmann á.

Landsfundurin hjá Fólkaflokkinum í ár verður opin fyri fjølmiðlunum. Fundurin verður settur í Pállsstovu í Havn leygardagin klokkan 10.