? Hetta er sum at flyta sjálvur. Tú kemur fram á nógv, sum tú púrasta hevði gloymt, at tú hevði liggjandi.
Høgni Hoydal, fyrrverandi landsstýrismaður, ruddar upp í Tinganesi mánadagin, tá ið vit hyggja inn á golvið í nýstovnaða løgmálaráðnum, sum hann hevur fingið upp at standa. Saman við honum at pakka eru fleiri fólk, sum hava fylgt honum hesi slaku seks árini. Hann tekur alt, sum ikki eru trúnaðarskjøl, við sær til hús. Nógv skal burtur, tí tað ongan týdning hevur, men okkurt verður goymt til minnis um tíðina, hann var landsstýrismaður. Um hann nú ikki skuldi komið út aftur.
Sera vónsvikin
Á telduskíggjanum er ein mynd av familjuni Hoydal frá einari útferð í Stóra Dímun. Nú skal nýggjur pausu-skermur á telduna. Í øllum førum til næsta val.
Høgni Hoydal, sum er vasaklæddur í myrkamorreyðari troyggju, fyllir bunkar av pappírum í svartar plastposar, meðan hann fortelur okkum, at hann er vónsvikin. Sera vónsvikin.
? Eg varð púra paff. Eg fekk eitt sjokk, tá løgmaður segði samgonguna og okkum upp. Eg ánaði einki, fyrr enn hann segði okkum tað, beint áðrenn hann fór upp á røðarapallin. Eg helt, vit høvdu givið honum ein veruligan møguleika at bjarga samgonguni, sigur Høgni Hoydal.
Løgmaður sendi fólk eftir lyklinum til løgmálaráðið longu fríggjakvøldið, so Høgni ikki kundi koma og fara, sum hann vildi. Og so fekk hann høvi at koma at pakka mánadagin, tá ið fólk vóru til staðar. Tað dámar Høgna Hoydal lítið, tí hann heldur seg einki skeivt hava gjørt.
Sorgblíð kensla
Høgni Hoydal hevur verið í fokus mest sum øll seks árini. Serliga tey fyrstu árini frá 1998 til 2000, tá ið samráðingarnar vóru fyrireikaðar og hildnar við donsku stjórnina í Keypmannahavn. Tá var hann ímyndin av føroyska sjálvstýrisstríðnum. Síðan er hann fánaður nakað, so hvørt ósigrarnir komu og fullveldisgongdin steðgaði.
? Tað kennist sorgblítt at stinga í sekkirnar. Øðrumegin eru nógv ting, sum vit hava fingið framt. Hinvegin eru eisini ting, sum ikki eru framd. Í triðja lagi eru nøkur ting, sum eru um at vera framd. Nógv egg eru troðin og valskeiðið ger av, um tey verða klakt. Tað skal vera mín vón, sigur Høgni Hoydal.
Hann sipar serliga til yvirtøkumálini. Løgmálaráðið er mest sum stovnað til tað sama, og nærum øll eru liðug viðgjørd á embætismannastigi. Eitt yvirtøkuálit er gjørt, sum skuldi verið handað landsstýrismanninum í dag. Men tað var honum ikki unt.
? Hetta er ein langur listi av ítøkiligum yvirtøkum, sum eru fyrireikaðar á embætisstigi ? teirra millum er løgreglan. Eingin teknisk forðing er longur fyri yvirtøkunum. Nú eru bara politiskar forðingar. Fyri fimm til seks árum síðan, hevði eg ikki droymt um, at vit skuldu verið komin so langt, sigur Høgni Hoydal og greiðir frá, hvussu gongdin mátti vendast á høvdið, tí danir vóru so trekir at samráðast við í 2000.
Eitt nýtt landsstýrið kann merkja, at aðalráð skulu skerast burtur, men Høgni Hoydal óttast ikki fyri, at løgmálaráðið verður tikið av, tí tað er vorðið bíligari at umsita lógarmál, sigur hann, og tað er neyðugt fyri rættarkensluna hjá føroyingum.
Eitt persónsmál
Hann sigur seg als ikki hava hugsað um, hvørt hann yvirhøvur fer at stilla upp, ella hvat hann nú fer at gera. Hann viðgongur, at sum formaður Tjóðveldisfloksins kann hann ikki bara gera, sum honum lystir. Hann er eisini valdur á Fólkatingið, har Tórbjørn Jacobsen í løtuni situr fyri hann, men hann ætlar sær ikki í tað starvið, fyrr enn løgtingsvalið er av.
? Um eg stilli upp, so skal eg føra eitt valstríð, og eg havi ikki hugsað so langt. Eg eri vónsvikin av, at tað skuldi enda soleiðis. Eg komi ikki yvir, at eitt persónsmál skuldi forða fyri, at vit ikki komu víðari. Eg nevndi enntá møguleikan, at vit skiftu alt landsstýrið út, so tað ikki vóru persónar, sum forðaðu fyri nøkrum, men einki hjálpti. Vit kundu ikki blástemplað lógarbrot og ósannandir, og so bleiv tað soleiðis, sigur Høgni Hoydal.
Kann gerast endin
Skal Høgni Hoydal aftur til valdið, so skulu óivað nýggir flokkar í samgonguna. Tað er lítið sannlíkt, at sama samgongan heldur fram, sum landið liggur.
? Eg vóni, at vit fáa savnað eitt breiðari grundarlag fyri sjálvstýrisgongdini. Hetta málið hevur verið so politiserað, og tí hava onkrir partar verið meiri sambandssinnaðir, enn teir annars eru. Tað vóni eg í øllum førum, sigur Høgni Hoydal og sipar heilt greitt til Javnaðarflokkin uttan at siga tað beinleiðis.
Samstundis viðgongur hann, at valið kann gerast endin á hansara politisku karrieru sum frontmaður í hesi syftu.
? Vandi er fyri, at valið gerst ein stoppari fyri sjálvstýrismálið á hesum sinni. Um Tjóðveldisflokkurin fær eitt vánaligt val, so steðgar tað upp; men tað ger veljarin av, sigur Høgni Hoydal.
Størsta vónbrotið
Av tí, sum samgongan hevur avrikað, sigur hann seg vera mest glaðan fyri, at skúlamál og heilsumál eru yvirtikin, og at blokkurin varð lækkaður samsvarandi. Mest vónbrotin er hann av fólkaatkvøðuni, sum løgmaður avlýsti.
? Eg vakni framvegis um næturnar og hugsi, um vit heldur skuldu havt brotið samstarvið tá. Síðan tá hevur fullveldið aftur verið kastibløka í partapolitiska spælinum, sigur Høgni Hoydal.
Hann leggur enn ein bunka av pappírum í ein svartan sekk. Kanska var tað fullveldi, sum fór í sekkin, ið skal flytast av Tinganesi niðan í Hoyvík, har familjan bíðar.









