Fullveldi, stoltleiki og ábyrgd

Eg trúgvi at tað eru mangir Føroyingar sum eru ikki sørt ørkymlaðir av prátinum um fullveldi ella ikki fullveldi. Hvat merkir orðið og hvønn týdning kemur tað at hava fyri hvønn einstakan av okkum?

Eg trúgvi at tað eru mangir Føroyingar sum eru ikki sørt ørkymlaðir av prátinum um fullveldi ella ikki fullveldi. Hvat merkir orðið og hvønn týdning kemur tað at hava fyri hvønn einstakan av okkum?

Hesin spurningurin er ógvuliga trupul, og hvat rætta svarið er, veit ongin.

Nú er tað upp til politikkarnar í samráðingum við donsku stjórnina, at fáa okkara fólk at trúgva uppá, hvat er tað besta fyri okkum, sum búleikast her á klettunum.

Vit eru øll, tá tað kemur til stykkið, ógvuliga góð við hesar oyggjar, sum hava givið okkum so nógv.


Skulu liva saman

Eg ætli mær ikki í hesari grein at leggja eftir hvørki Tjóveldisfólki ella Sambandsfólki, men bara minna á, at líkamikið hvat úrslitið av samráðinginum verður, so skulu vit øll liva saman á hesum klettum, eisini aftan á eina fólkaatkvøðu.

Eg havi eina ógvuliga greiða støðu hesum viðvíkjandi.

Í Føroyum skulu vit Føroyingar hava so nógv sjálvstýri sum til ber. Eg haldi ikki og vóni ikki, at tað eru Føroyingar sum siga, at vit ikki skulu hava sjálvstýri í Føroyum.

Eg havi eina greiða meining um tað at hava ein stoltleika, bæði sum eitt einkult menniskja og sum ein heil tjóð. Tann stoltleikin tú sjálvur eigur,ella merkir at tú eigur, kann ongin taka frá tær, hvørki ein politisk skipan, ella ein ørvísi meining, enn tín egna. Tú skapar tín egna stoltleika, innan í tær sjálvum.

Eg trúgvi ikki uppá nakra ávísa politiska skipan, sum ta einastu røttu, men eg trúgvi uppá menniskjini í skipanini.

Ongari skipan er lív lagað, hvar tað eru menniskjur, sum ikki hava rygg, moral ella karakter til at tora at siga, at tey til tíðir ikki strekkja til, ella taka skeivar avgerðir.

Eg havi eina greiða meining um, at vit í felagsskapi við annað land, ella onnur lond, geva okkara fólki, bestu kor at liva undir.

Tøl eru ikki gandakynstur

Tað sum eg havi lært um tøl higartil í lívinum sigur mær, at um tildømis inntøkan minkar eina og eina hálva milliard, so eru tveir mátar at rætta upp, um vit skulu hava sama livistøði.

Antin mugu vit spara eina og eina hálva milliard, ella skulu vit forvinna eina og eina hálva milliard.

Vit siga at vit skulu hava eina skiftistíð, sum hóskandi kundi verið uppá tildømis 20 ár. Men eg ivist í, um tað er so lætt.

Hettar vita allir Føroyingar væl, at soleiðis hongur tað saman. Tað er einki hokus pokus við tølum, líkamikið um tú setir útrokningar upp í stabbamyndum, ella tú brúkar fínar Power Point telduskipanir til framløgu.

Samstarv er ikki gáva

Eg haldi persónliga ikki, at tað sum vit fáa úr Danmark er ein gáva til okkara. Tað er ein forrætning, har báðir partar njóta.

Eg haldi nemliga ikki at vit eru í Danska kongaríkinum, tí danir eru so fittir ella hava blá eygu, og eg haldi heldur ikki at Danmark eru í ríkisfelagskapi við okkum, tí vit eru so fitt.

Eg meini at Samstarv ella Samband tænir okkum best, í menningini av okkara fólki bæði nú og framyvir.


Føroyingar koyrdu landið á heysin

Annars haldi eg at tað vóru vit Føroyingar, sum koyrdu landið á heysin, og at bankabjargingin var besti handil, sum vit nakrantíð hava gjørt og koma at gerða.

Eg meti okkum at hava fulla ábyrgd av landinum, um vit eru innanfyri ella uttan fyri ríkisfelagsskapin, og mítt allarstørsta ynskji skal verða, at tey veiku og gomlu skulu hava tað gott, bæði áðrenn og aftaná møguligar broytingarnar, í okkara ríkisrættarligu viðurskiftum.


Kaj Leo Johannesen

Sambandsflokkurin