Fullveldið skal síggjast aftur

Fíggjarlógararbeiði fyri komandi ár skal setast í gongd, og hesaferð skal eingin ivi verða um ætlanir landsstýrisins

Tað er ikki so langt síðani at vit hoyrdu tingmenninar viðgera løgtingsfíggjarlógina fyri 1999. Tá var tosað um, at nýggja fíggjarlógin ikki innihelt stórvegis ábending um at landsstýrið ætlaði fullveldi um ikki so langa tíð.

Hetta vil landsstýrismaðurin við fíggjarmálum eftir øllum at døma ikki hava sitandi á sær, nú arbeiðið at fyrireika fíggjarlógina fyri ár 2000 fer at byrjað.

Í tí sambandinum hevur Fíggjarmálastýrið havt fundir við øll hini aðalstýrini, um komandi fíggjarlóg.

Og tónarnir frá Fíggjarmálastýrinum eru, at nú skal fullveldisætlanin síggjast aftur á fíggjarlógini og at rationaliseringar skulu finnast innan tey ymsu aðalstýrini.

Vit royndu í gjár at fáa eina viðmerking frá fíggjarmálaráðharranum til arbeiði, men tað bar ikki til, tí hann var upptikin á fundi meginpartin av degnum. Vit fara at royna aftur í morgin og vóna vit at tað fer at eydnast tá.