Fullveldið skal fyri tingið

Høgni Hoydal krevur av samgonguni, at fullveldisuppskot hansara koma fyri tingið í hesi vikuni. Annars eru eingi fullveldismál og eingin samgonga, staðfestir hann

 

Fullveldisuppskotini hjá Høgna Hoydal skulu fyri tingið, skal samgonguni vera lív lagað.

Hetta gjørdi Høgni Hoydal greitt eftir tingfundin leygardagin, tá hann eftir hart trýst og hóttarni frá løgmanni valdi at missa andlit og tók aftur uppskot síni um sjálvstýrisleist og at staðfesta sjálvsavgerðarrætt føroyinga.

? Nú má tað standa sína roynd, um samgongan vil skriva undir uppá at fáa fullveldismálið fyri tingið og fáa tað samtykt. Annars er einki fullveldismál, staðfesti Høgni Hoydal.

Høgni Hoydal segði, at hann næstu dagarnar fer at vita, um hann kann fáa eina váttan frá samgonguni um at fáa málini fram, og at samgongan kann halda seg til tað, sum er avtalað.


Trupul avgerð

Høgni Hoydal sigur, at avgerðin at taka uppskot síni aftur er nógv truplasta avgerðin, hann nakrantíð hevur tikið.

? Eg valdi at missa andlit, heldur enn at missa sjálvstýrismálið.

? Hevði eg lagt uppskotið fyri tingið í dag, hevði samgongan og fullveldismálið rokið. Tí mátti eg lata vera við at leggja tað fram fyri yvir høvur at bjarga fullveldismálinum, sigur Høgni Hoydal.

Men uppskotið hjá Høgna Hoydal liggur klárt á borðinum, hóast løgtingsformaðurin ikki hevur lagt tað fram. Og næstu dagarnar ætlar Høgni Hoydal at vita, um samgongan vil halda síni lyfti og fáa uppskotið fyri tingið. Annars metir Høgni Hoydal samgonguna sum slitna.

Høgni Hoydal ætlar ikki, at samgongan enn einferð skal brúka vikur uppá at telva seg fram til ein nýggjan leist og eina nýggja útmelding í spurninginum um Føroyskt fullveldi.

? Eg havi fingið at vita, at innihaldið í uppskotinum er í lagi. Tað er bara framferðarhátturin, sum tað hevur verið galið við, sigur Høgni Hoydal.