Fullveldi setur stór krøv til fyrisitingina

- Hóast tað er ein sannroynd, at meginparturin av okkara samfelag verður rikin eftir føroyskum lógum og fyrisitin av føroyskum myndugleikum, fer tað at seta stór krøv til lóggávu, fyrisiting og fígging, fáa vit fullveldi, sigur fyrisitingarbólkurin í Hvítubók

Álitið, sum fyrisitingarbólkurin hevur evnað um føroysku fyrisitingina, er seinna fylgibind til Hvítubók. Her verður útgreinað, hvørji ábyrgdarøkini hjá donsku ríkismyndugleikunum eru í Føroyum, eins og hugt verður at, hvussu nógv tey donsku økini kosta í dag.

Greitt er, at fáa Føroyar fullveldi fer tað at seta stór krøv til lóggávu, fyrisiting og fígging, hóast tað er ein sannroynd, at meginparturin av okkara samfelag sum er verður rikin eftir føroyskum lógum og fyrisitin av føroyskum myndugleikum. Hetta tí, at danska ríkið framvegis hevur ábyrgdina av fleiri stórum økjum, sum koma undir føroyskt málsræði.

Tyngstu økini eru fiskiveiðieftirlit, tilbúgving, havumhvørvisvernd, skipatryggleiki, flogferðsla, fólkakirkja, fíggjareftirlit, dómsvald, ákæruvald, løgregla og uttanríkismál, her uppi í trygdarmál og luttøka í millumtjóða felagsskapum. Myndugleikarnir eru farnir undir fyrireikingar at fáa nøkur av hesum økjum undir føroyskt málsræði.


Stórar tillagingar

Gera føroyingar av, at tað er fullveldiskósin sum skal setast, verður neyðugt at fara undir fyrireikingar til eisini at taka ábyrgdina av øðrum økjum, ella at Danmark umsitur tey eina tíð okkara vegna, umframt, at fyrisitingin verður lagað til føroyskar fortreytir. Samstarv er í dag á nógvum økjum, og tað eigur at halda fram, hóast Føroyar fáa fullveldi. So sum rætturin hjá føroyingum at fáa útbúgving uttanlands, sigur fyrisitingarbólkurin í álitinum, ið er níggjundi kapitul í Hvítubók.

Fólkakirkjan er einasta málsøkið, sum ríkið bæði umsitur og fíggjar í dag, og sum kann skipast undir Undirvísingar- og mentamálastýrinum, tá fullveldisætlanin verður sett í verk. Men sannlíkt er, at hetta verður føroyskt málsøki undir øllum umstøður, tí landsstýrismaðurin við mentamálum hevur longu sett arbeiðsbólk at fyrireika yvirtøku av kirkjuni og at gera uppskot til føroyska kirkjulóggávu. Fólkakirkjan kostar í dag sambært tølum frá ríkisumboðsmanninum umleið 13 mió krónur.

Stovnar undir Almanna- og heilsumálastýrinum hava nógv samstarv við stovnar og myndugleikar í Danmark. Tað týdningarmesta er uttan iva formliga samstarvsavtalan millum sjúkrahúsverkið og ríkissjúkrahúsið og onnur sjúkrahús í Danmark um viðgerð av sjúklingum. Sjúkrahúsverkið rindar allan kostnaðin av hesum samstarvi, og tað fer tí ikki at økja útreiðslurnar, um tað heldur fram.

Øll uttanríkisviðurskifti eru felagsmál, men í royndum virkar heimastýrið fyri ein part sjálvstøðugt á økinum. Ein uttanlandsdeild við seks fólkum er í Løgmansskrivstovuni, umframt fimm onnur, sum starvast í útlondum. Harafturat eru onnur í miðfyrisitingini og í donsku uttanríkistænastuni, sum taka sær av føroyskum viðurskiftum. Fullveldisætlanin setur stór krøv á uttanríkisøkinum. Tveir møguleikar eru. Annar er, at danska uttanríkistænastan framhaldandi tekur sær av føroyskum viðurskiftum. Hin er, at Føroyar tryggja sær rætt at nýta ta donsku tænastuna í eini skiftistíð meðan ein veruligt sjálvstøðug tænasta verður bygd upp.

Tá ið íslendingar fingu fullveldi, var sáttmáli gjørdur í eini skiftistíð, har íbúgvarnir høvdu full rættindi hvør hjá øðrum. Ein áseting kundi verið sum sigur, at føroyingar, sum eru føddir sum danskir ríkisborgarar, varðveita síni rættindi sum danir.