Fullveldi og tann berandi vinnan

-

Undir orðaskiftinum á løgtingi í seinastu viku um uppskot Javnaðarfloksins um ein íløgugrunn til fiskivinnuna kom fram eitt ávíst orðaskifti, sum kortini ikki bar á mál í samband við tað, ið lagt varð upp til.


Samgongan innanhýsis trupulleikar

Samgongan hevur havt innanhýsis trupulleikar av einari játtan upp á 40 mió. kr., ætlað sum íløgustuðul til nýgerð innan ferðavinnuna, men hesari ætlan hevur Tjóðveldisflokkurin sett seg upp ímóti, tí sum ført verður fram, so skal vinnan klára seg uttan stuðul á nakran hátt frá landskassanum, og sagt verður, at fiskivinnan má klára seg undir galdandi marknaðartreytum.

Sagt verður somuleiðis, at vit mugu ikki koma aftur í somu støðu, sum í 80-unum!

Tað kann vera rættuliga áhugavert at hyggja nærri eftir, hvørjar umstøðurnar vóru í 80-unum í mun til, hvussu tær eru í dag, og hvussu hetta væntandi fer at laga seg í mun til fullveldisætlanina, soleiðis at Føroyar skulu klára seg uttan danska ríkisstuðulin, men at Føroyar skulu klára seg við tí, ið í høvuðsheitinum fiskivinnan megnar at kasta av sær til samfelagið.


Vinnan ikki rakstrarstuðul

Undirritaði vil í hesum sambandi undirstrika, at Fólkaflokkurin hevur gingið á odda fyri at avtaka tann sokallaða rakstrarstuðulin, men tá talan er um møguligan íløgustuðul, sum er »eingangsstuðul« fyri at hjálpa sokallaðum ígongd-setarum, so er flokkurin við, sjálvandi undir skipaðum viðurskiftum.


Hvør umsat fíggjarliga óførið?

Áðrenn kreppuna var galdandi stuðulsskipan, bæði hvat fiskaprísi viðvíkti, men í serligan mun tann veðhaldsskipan, ið var galdandi í samband við lán til íløgu í fiskiskip. Hetta bar við sær, at í flestu førum einki fyrilit var fyri kostnaði av gjørdum íløgum, at upphæddirnar ikki vórðu gjørdar í mun til, hvat veiðimøguleikarnir kundu bera, fyri ikki at tala um tann óveruliga eginpeningin, ið higartil gjørdar avhoyringar hava avdúkað.

Í hesum sambandi undrar tað undirritaða, at løgtingsmenn í tíð og ótíð nýta orð frá bankamonnum sum ráðgevarar fyri, hvussu nógv løgtingið eigur »blanda« seg fíggjarliga upp í fiskivinnuna, tí hvør var tað, sum umsat og »formidlaði« yvirfíggingina, ella sum fíggjaði tann væntandi eginpeningin, ella hvør visti best um, at flestu íløguætlanirnar ikki vóru burðardiggar, og hvør var tað, ið bar tað samlaðu rokningina til landskassan og skattaborgararnar, vóru tað ikki júst bankarnir?


Fiskiveiðitreytirnar:

Mugu lagast eftir føroyskum fyritreytum!

Fíggjarligu fyritreytirnar hjá fiskivinnuni í dag eru lagaðar eftir umstøðunum íroknað tann danska ríkisstuðulin til samlaða búskapin. Hetta snýr seg um skatta- og avgjalddskipan, hýruavtalur v.m. Fiskivinnan virkar ikki undir fríum viðurskiftum, tí við fyriskipanum frá løgtingi er grunnurin býttur sundur eftir ávísum mynstri við friðingum og við fiskirættindum til ymiskar veiðihættir, eins og rættindini hjá ymisku skipabólkunum eru ásett við fiskidøgum. Her er sjálvsagt talan um fiskiflotan á nærleiðunum.


Annað skal til enn eitt sjálvtøkuborð!

Skal føroyska samfelagið greiða síni viðurskifti uttan danska stuðulin, so skulu aðrar umleggingar til í samfelagnum, enn bert at »húsast« betur. Í løtuni sæst best, at flokkar ikki vilja inn á hesi viðurskifti, samstundis sum tað tykist, sum at landskassin er vorðin eitt sjálvtøkuborð í samband við lønarhækkingar v.m.

Kortini er greitt, at tann neyðugi politikkurin ikki kann gjøgnumførast, fyrr enn vit einsamallir ráða í egnum landi, men í hesi fyrireikingartíð er neyðugt, at vit frá høvuðsstovninum undir sjálvstýrisætlanini síggja nøkur verulig tekin!

Men hetta er ilt at fáa eyga á í løtuni!

Eyðun Viderø