Lat okkum nú siga, at Føroyar hava fingið fullveldi, og nú skal stingast víðari út í kortið, flokkurin hevur sagt nei til ES ella Evropa við øðrum orðum, hvussu skulu nú Føroyar skipast uttanfyri ríkisfelagsskapin. Kundi okkurt umboð fyri flokkin víst mær á nakrar konkretar tjóðveldisloysnir hesum viðvíkjandi?
Tosa vit um okkara útflutning, so hava Føroyar í skrivandi løtu tær allar ringastu treytir, sum nakað land yvirhøvur hevur í mun til ES. Vit eru ein fløskuhálsur í Evropa, somikið havi eg lært, aftaná at hava arbeitt og handlað við ES lond í nógv ár. Eg eri vorðin alt meira sannførdur um, at vit hava meira brúk fyri ES, enn teir fyri okkum.
Metir Tjóðveldisflokkurin, at vit skulu hava okkara egnu serføroysku vinnulóggávu, sum ikki samsvarar við ES vinnulóggávu?
Føroyar hava tíanverri eftir mínum tykki valt at vera uttan fyri meginrákið í evropeiska samstarvinum. Okkara viðurskifti eru ístaðin skipað í eini handilsavtalu og eini fiskiveiðiavtalu. Fyri onnur øki eru ongar avtalur partanna millum. Tann størsta avleiðingin av hesum er, at vit eru vorðin ein bananrepublikk mitt í Norðuratlantinum, tá talan er um okkara frælsismenning mótvegis ES.
Tá talan er um útbúgving og gransking í ES høpi, verða vit sjálvandi eisini roknað sum triðja land. Tað er eingin avtala ímillum Føroyar og ES. Higartil hava vit kunnað brúkt Danmark sum smogu ella ventil, tá talan er um vinnubrøv ella próvbrøv, eisini har eru vit afturúrsigldir.
Tosað vit um mannarættindi, skulu vit hava okkara egnu serføroysku lóggávu, ella skulu vit fylgja ES/ST lóggóvu/reglum á hesum øki, soleiðis at vit hava somu reglur og somu ábyrgdir sum onnur lond í heiminum?
Tosa vit um verjumál, skulu vit hava okkara serføroysku lóggávu á hesum øki, ella skulu vit samstarva við Nato ella annan felagsskap? Er tað nakar annar felagsskapur, sum hevur fyrimunir ella vil gera alliansur við Føroyar? Og hvat kunnu vit geva frá okkum, tá tá talan er um verjupolitikk, sum í øllum lívsins viðurskiftum er talan sjálvandi eisini her um »to give and take« ella rættari at geva og fáa.
Tosa vit um gjaldoyarpolitikk, skulu vit hava eina føroyska krónu, ella skulu vit møguliga hava eina íslendska krónu, ella skulu vit fylgja Danmark, um teir fara yvir til Evruna, ella skulu vit eisini á hesum øki hava okkara serføroysku loysn?
Hvat er tað, sum Tjóðveldisflokkurin meinar við, tá hann sigur, at vit ikki eru fræls, eitt nú í mun til ES lond? Hvussu metir Tjóðveldisflokkurin, at tann meinigi maðurin ella kvinnan fær tað frælsari aftan á eitt føroyskt fullveldi? Metir flokkurin, at tað er betur at standa uttan fyri Evropa, tá vit um fá ár síggja millum 25 og 30 lond gerast limir í ES.
Fakta er, at vit í løtuni ikki hava nøkur av teim frælsunum, sum ES arbeiðir við fyri sínar borgarir. Hetta eru eisini tey frælsini, sum undirritaði skilir við, tá talan er um okkara framtíð í Evropa nevniliga og frælsini at liva og arbeiða í limalondunum rundan um okkum.
Vil Tjóðveldisflokkurin hava serføroyskar loysnir, til tey allarstørstu frælsini, vit sum menniskju kunnu fáa? Ella vil Tjóðveldisflokkurin taka undir við mínum hugsjónum um persónligt frælsi?
At føroysk arbeiðsmegi fær tað sama persónliga frælsi, sum ES - borgarar hava.
At føroyingar fáa ta somu sosialu trygdina, sum ES - borgarar hava.
At føroysk virki og sjálvstøðugt vinnurekandi fáa tað sama frælsi, sum virki og sjálvstøðugt vinnurekandi í ES hava.
Afturfyri hesi frælsini kann so ríkisfelagsskapurin lata ES-borgarum og ES-virkjum somu frælsi sum í Føroyum, treytað av, at vit eru í ríkisfelagsskapi t.e., áðrenn eitt eventuelt fullveldi eftir tjóðveldis leisti.
Tað er mín persónliga meining, at Føroyar eru stórar sum tjóð, og at vit hava evni og ábyrgd av einum frælsum og friðarligum Evropa, sum hevur verið okkara felags grundvøllur í meiri enn túsund ár.
Vit eiga ikki at vera uttan fyri ES, tí so hava vit onga ávirkan. Við at vera við í ES, eru vit samtíðis við, har avgerðir verða tiknar. Eg meini, at vit eiga at skipa okkara uttanríkispolitikk øðrvísi, soleiðis at vit føroyingar sita framman fyri í bilinum, tá ið avgerðir verða tiknar, sum hava tað minsta við føroysk viðurskifti at gera.
Vit skulu í nógv størri mun trekkja upp á okkara sendistovur uttanlands bæði føroyskar sum danskar, um 10 ár møguliga ES sendistovur, hvør veit, útviklingin gongur skjótt fyri seg og eiga vit eisini at mennast samsvarandi. Um broytingarnar rundan um okkum binda ella loysa okkum leysari úr ríkinum, so eiga sjálvt eisini vit sambandsfólk at fylgja við rákinum, um vit meta, tað tænir fólki okkara, og ikki frysta føst í ov stóran mun, tað tænir ikki fólkinum her á landi.
Eg fari við hesum at rætta hondina út til eitt mennandi kjak um okkara framtíðarstøðu í Evropa, uttan mun til um vit eru á Tjóðveldisvonginum ella Sambandsvonginum, so eiga vit at minnast hitan av forfedranna hondum, sum sleptu, og sum stríddust fyri einum betri Føroyum. Latið okkum í virðing fyri okkara fólki fáa eitt gott og mennandi kjak um okkara framtíð her á klettum í einum frælsum Føroyum, hvar orðið frælsi ella persónligt frælsi, verður smeltað saman av framtíðartýðingini av sama orði, millum Tjóðveldi og Samband.