Fullveldið knokkroyttur bæði rík og fátæk

Mín afturvendandi “pennavinur” úr Hósvík, Dávid Isfeld, sigur í eini blaðgrein, at hann er samdur við onkrum av tí, sum eg skrivaði í bløðunum í farnu viku um rík og fátæk, men hann hevur tó onkra viðmerking um, at tað er ikki rætt av mær at kalla tey sum hava 300.000 krónur í inntøku, fyri “rík”. Tað kann gott vera nakað um tað. Endamálið við greinini var ikki at definera ríkidømi, men einans at vísa á óhepnar støður í skattastiganum.

Blokkurin manglar
Dávid ilskast um, at eg nevni blokkstuðulin, og hann kallar tað eina “burturfrágreiðing”. Har eri eg als ikki samdur. Høvuðsinntøkurnar hjá landskassanum eru skattur, avgjøld og blokkstuðul. Um ein av hesum bólkunum minkar, so má onkur av hinum vaksa, ella verður minni eftir, til at veita vælferðartænastur við. Tað er hetta sum nú svíður nógvastaðni í samfelagnum. Har kom einki ístaðin, og tí mugu skattgjaldararnir gjalda rokningina.

Tey eru ov fá
Dávid vísir á, at tey sum hava eina inntøku, ið er omanfyri 500.000 krónur árliga, hava ráð at gjalda tann skattin, ið skal til, fyri at menna Føroyar. Men sambært Hagstovuni, eru tað bara 2.103 føroyingar, ið hava meira enn 500.000 krónur í ársinntøku. Um hesi skulu rinda fyri lækkingina í blokkstuðlinum við øktum skatti, so verða tað (366 mió. dividerað við 2.103), tað gevur góðar 174.000 krónur í part um árið. Men tá hava vit ikki talt fastfrystingina av blokkinum við, so veruliga rokningin, sum hesi fáa, er nógv hægri enn so. Og so má eg eisini minna á, at enn er bara ein góður triðingur av blokkinum tikin burtur, so tá alt er farið sín veg, verður tað dýrt at vera ríkur og í seinna enda eisini dýrt at vera fátækur í Føroyum.

Tey ríma
Og so eru vit aftur við kjarnuna í fyrru greinini hjá mær: Hvat heldur Dávid Isfeld hendir, tá ein sum hevur 500.000 krónur í inntøku, fær eina skattarokning, sum kostar meira enn 500.000 krónur? Heldur hann at hesi fólkini fara at siga “fínt”, og halda fram at arbeiða? Ella velja tey at fara niður í inntøku, ella kanska at flyta av landinum?

Vit kunnu hugleiða um at taka blokkstuðulin burtur og senda rokningina til “tey ríku,” men tá tey ríku síggja, at tað ikki loysir seg at vera ríkur, so hvørva tey, og so er eingin at gjalda fyri “tey fátæku”.

Vit arbeiða
Dávid kemur at enda við hesum afturvendandi pástandinum um, at sambandsfólk gerast initiativleys, orsaka av blokkinum. Hann biður meg taka eyguni burtur frá blokkinum og fara til arbeiðis. Jú men... - vit arbeiða! Samgongan verður dagliga útskeldað fyri øll tiltøkini, sum hava til endamáls at fáa landskassahallið burtur. Ímeðan sita fremstu loysingarflokkarnir í andstøðu og finnast at.

Bara í hesi vikuni, meðan vit onnur stríðast við at fáa undirskotið burtur, hevur Tjóðveldi lagt uppskot fyri tingið um at loysa Føroyar úr ríkisfelagsskapinum.

- Hvør skal gjalda?