Fullveldi grundað á hálvar sannleikar?

Komandi vikuskifti heldur Sambandsflokkurin landsfund í Øravík. Eitt av málunum, sum uttan iva fer at fáa drúgva umrøðu, verður ríkisrættarligu viðurskiftini eftir at landsstýrissamgongan er farin undir tingingar við donsku stjórnina.

Seinasta hálva árið hava fjølmiðlarnir gjørt nógv burturúr Hvítubók, sum landsstýrissamgongan lat evna til við tí fyri eyga at lýsa viðurskiftini í samband við eitt møguligt fullveldi. Nógv embætisfólk vóru sett á hesa uppgávu og nógvur peningur brúktur. Tað hevur ljóðað, at nýttar eru uml. 12 mió. kr. til hesa verkætlan.


Verri at vera føroyingur

Men arbeiðssetningurin var einsporaður: fullveldi! Ríkisrættarligu viðurskiftini sum heild og aðrir møguleikar enn fullveldi vóru ikki tiknir við. Í stuttum kann sigast, at úrslitið av verkætlanini greitt sigur, at tað verður verri at vera føroyingur, um vit fáa fullveldi ella loysing, sum fullveldi í veruleikanum er.


Fullveldi setir okkum langt aftanfyri grannalond okkara

Gaman í siga loysingarmenninir, at tað bert er í eini skiftistíð, at búskaparliga niðurgongdin fer at gera seg galdandi, men so fer aftur at ganga framá. Men at vit sjálvt eftir at tað møguliga fer at ganga framá aftur vera nógv afturúrsigldir í mun til grannalond okkara og um vit høvdu varðveitt ríkisfelagsskapin, verður burturtagt.


Týðandi samfelagstænastur í andaleypi

Vit tevja longu nú dagliga vansarnar, sum eitt møguligt fullveldi fer at geva okkum. Í einum búskaparligum hákonjunkturi roynir samgongan at hava eitt stórt yvirskot á fíggjarlógini. Men hetta yvirskot er ikki til helvtar tað, ríkisveitingin gevur okkum. Og prísurin? Týðandi samfelagstænastur liggja á andaleypi: heilsuverkið, samferðslan, postverkið bert fyri at nevna nakrar.


Bert hálvir sannleikar

Røddir hava verið frammi um, at andstøðan á tingi eisini átti at havt fingið pening at gjørt sínar kanningar. Var hetta gjørt, hevði javnvág verið í tí grundarlagi, føroyingurin einaferð seinni, kanska í heyst við eini fólkaatkvøðu skal taka støðu út frá. Men sum nú er, eru tað bert hálvir sannleikar, sum fyriliggja og tí hevur føroyingurin krav uppá at vita, hvat aðrir møguleikar í ríkisrættarligu viðurskiftunum innibera.


Reelt og ikki formelt sjálvstýri

Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin hava í uttanlandsnevndini gjørt eitt felags tilmæli til landsstýrið, har greitt verður víst á vansan við fullveldisætlanini. Tilmæli er sera skilagott og vísir á, at í staðin fyri formelt sjálvstýri eiga vit at hava reelt sjálvstýri í teimum málum, sum vit hava og ætla at yvirtaka. Og vit eiga at menna samfelagið til ein sjálvberandi búskap. Hetta fer at tryggja føroyingum livikor, sum er á sama støði, sum í grannalondum okkara.


Fyrimunir við ríkisfelagsskapi

Uppgávan hjá Sambandsflokkinum hetta og fram til eina komandi fólkaatkvøðu má tí vera, at lýsa fyrimunirnar, sum ríkisfelagsskapurin gevur okkum. Her er ikki bert talan um teir búskaparligu fyrimunirnar, men so ómetaliga nógv annað: útbúgving, heilsuverk, mentan o.s.fr. Hetta er ein sera stór uppgáva, sum eigur at takast í størsta álvara.


Jóhan Petersen