Henda samgongan setti sær føroyskt fullveldi og búskaparligt sjálvbjargni sum endamál.
Tjóðveldisflokkurin hevur við hegni og skili umsitið fíggjar- og búskaparmál.
Flokkurin hevur hesi fýra árini lagt dent á at reka ein varnan og ábyrgdarfullan búskaparpolitikk við tí fyri eyga at gera okkum óheft av donskum studningi og raðfesta sosialu trygdina og íløgur í framtíðina hægst.
Og eftir fýra árum við fullveldispolitikki, eru vit so nær sum ongantíð at gerast óheft av donskum pengum.
Ongantíð áður hevur gingið so væl í føroyska búskapinum.
Saman við góðum prísum og lágari rentu á heimsmarknaðinum hava føroyingar framleitt og skapt nýggj virðir, sum hava leitt okkum so nær sum nakrantíð at hava ein sjálvberandi búskap.
Vit brúka nú bert umleið 200 miljónir krónur av donsku heildarveitingini.
Samstundis hava vit spart 2,5 miljardir krónur saman í Landsbankanum.
Og hóast vit hava lagað okkum til ein sjálvberandi búskap og brúkt minni og minni av heildarveitingini, so eru gjørdar størri ábøtur í teimum týdningarmiklu almennu tænastunum enn í nøkrum valskeiði áður:
Almannamál eru hækkað við góðum 300 milj. kr.
Heilsumál eru hækkað við 116 milj. kr.
Mentan, útbúgving og gransking eru hækkað við 180 milj. kr.
Og útbyggingarnar á samferðsluøkinum hoyra so sanniliga heldur ikki heima í smálutadeildini. Hugsið bert um nýggja Smyril, Vágatunnilin, Gásadalsbergholið osfr.
Rætt er, at búskaparvøksturin í Føroyum seinastu árini hevur verið sera høgur (5-11 %).
Onki bendir tó á, at nakað stórt afturstig er á veg, hóast partar av vinnuni hava og kunnu fáa trupulleikar við marknaðarprísunum.
Afturímóti eru útlit til, at økt virksemi fer at koma næstu fýra árini av oljuleiting og møguligari oljuframleiðslu.
Megna vit at halda kós og standa saman um at byggja land, so hava vit allar møguleikar at gera okkum heilt leys av donskum studningi komandi árini.
Løgtingsvalið 30. apríl er eitt avgerandi val fyri framtíðina hjá øllum føroyingum.
Vit kunnu velja at halda frælsiskósina og velja veruliga vælferð.
Ella vit kunnu velja at detta aftur í heimastýris- og studningsmeldurin, sum leiddi okkum út í ófrælsi við ongari vælferð.
Tjóðveldisflokkurin í landsins leiðslu er trygdin fyri, at frælsiskósin verður hildin.
Tjóðveldisflokkurin í landsins leiðslu er somuleiðis trygdin fyri, at búskaparliga skilið verður hildið.