Fullveldi er vert at stríðast fyri

Kristina Háfoss

Undir heitinum »ríkisfelagsskapurin er verdur at berjast fyri« hevði Jóhan Dahl (JD) grein í bløðunum í vikuni. Spurningurin hann í greinini setur sær fyri at svara, er hesin: »Er tað veruliga so galið við okkara ríkisfelagsskapi sum loysingarmennirnir vilja gera tað til?« ? rætti spurningurin er heldur: »Er tað veruliga so gott við okkara ríkisfelagsskapi sum sambandsfólk vilja vera við?« Niðurstøðan er, at so er ikki. Orsøkirnar eru nógvar, og skal í hesi grein verða komið stutt inná nakrar av hesum.

Løgtingið fær óvirðiliga viðferð
»Vit hava okkara egna lóggevandi vald« ? sigur JD í grein síni. Jú rætt er, MEN hetta Løgting verður ikki virt ? serstakliga ikki av donsku stjórnini. Ferð eftir ferð eru einmæltar løgtingssamtyktir skúgvaðar til viks. Eitt nú tá eitt einmælt Løgting herfyri samtykti at søkja um fullan føroyskan limaskap í Norðurlandaráðnum, og tá eitt einmælt Løgting herfyri heitti á donsku stjórnina um ikki at seta hernaðarlógir o.a. í gildi fyri Føroyar, uttan at hesar vórðu lagdar fyri Løgtingið fyrst. Nýggjasta dømið er grønlendska heimildarlógin tá umræður uttanríkispolitiskar heimildir. Henda lóg skuldi ? uttan at hava verið løgd fyri Løgtingið ? til 1. viðgerð á Fólkatingi 21. januar 2005. Í hesi lóg verður m.a. nevnt, at Føroyar og Grønland skulu verða samd í uttanríkispolitiskum málum, har felags áhugamál eru. Hvør sigur at Løgtingið ynskir at Føroyar og Grønland skulu hava felags uttanríkispolitikk? Hetta er enn eitt dømi um, at danir lóggeva um Føroyar, meðan Løgtingið verður sett til viks. Hvar er virðingin?

Landsstýris als ikki javnbjóðis samráðingarpartur
»Vit hava okkara egnu stjórn« ? sigur JD í grein síni. So er, MEN talan er um eitt Landsstýri, ið eitt nú als ikki verður viðurkent av donsku stjórnini sum javnbjóðis samráðingarpartur. Hetta kom týðiliga til sjóndar í samband við fullveldissamráðingarnar. Hetta kom somuleiðis til sjóndar í samband við, at løgmaður og fylgi hansara herfyri ? eftir at verða komin til Keypmannahavn og hava fyrireikað seg til fundin ? fingu fundaravboð bert fáar tímar fyri fundin. Nevnast kann eisini, at so seint sum í ár 1999 boðaði danska stjórnin Sameindu Tjóðum frá, at í Føroyum vóru ongar ætlanir um føroyskt fullveldi. Hetta hóast fyrireikingar til fullveldissamráðingar millum donsku stjórnina og føroyska Landsstýrið tá vóru í hæddini. Hvar er virðingin?

Føroyskt mál og flagg eru IKKI takka verið ríkisfelagsskapi
»Vit hava okkara egna mál« og »Vit hava okkara egna flagg« ? sigur JD í grein síni. Øllum kunnugt er hetta ikki takka verið nøkrum ríkisfelagsskapi ella sambandsfólkum ? men hinvegin einans takka verið, at meirlutin av føroyingum hava staðið saman um at verja føroyska málið og flaggið, ið hava so ómetaliga stóran týdning fyri okkara samleika. Sjálvt í dag vilja danir ikki viðurkenna føroyska málið sum tjóðarmál okkara Hvat varð av lovandi orðunum um, at Føroyar, Grønland og Danmark eru tríggir javnbjóðis partar í danska ríkinum? Hvar er virðingin?

Danska stjórnin: Føroyska tjóðin er ikki til
»Vit kunnu til eina og hvørja tíð og á einum og hvørjum stað kalla okkum føroyingar« ? sigur JD í grein síni. Hvat skulu vit brúka hetta til? Vit kunnu eisini kalla okkum suðuroyingar, norðoyingar ? sambandsfólk, tjóðveldisfólk ? fullveldisland ella eindarstatarland ? hvar sum helst. Tað, ið hevur týdning er, um nakar tekur hetta í álvara, og um vit verða viðurkend og vird fyri tað, ið vit siga okkum vera. Og so er ikki. Eitt einælt Løgting er samt um, at føroyingar eru tjóð við sjálvsavgerðarrætti. Hóast hetta, so hevur danska stjórnin ferð eftir ferð boðað frá, at í danska ríkinum er bert ein tjóð ? og tað er tann danska tjóðin. Leggjast kann afturat, at so seint sum í 2001 hevur ein donsk sendinevnd boðað Sameindu Tjóðum frá, at føroyingar kenna seg sum danir. Hvar er virðingin?

Vert at stríðast fyri virðing, viðurkenning og fullveldi
»Sambandsflokkurin er einasti føroyski flokkur, sum veruliga vil ríkisfelagsskap og vil áhaldandi verja og tryggja hesi rættindi« ? sigur JD at enda í grein seíni. Staðfestast má tí, at Sambandsflokkurin er flokkurin, ið áhaldandi vil tryggja, at føroyingar missa grundleggjandi og avgerandi rættindi.
Heldur átti áhaldandi, og í felag, at verið stríðst fyri at tryggja føroyingum viðurkenning og virðing á javnbjóðis føti við alheims sjálvstøðugar tjóðir ? áhaldandi at verið stríðst fyri føroyskum fullveldi.