Tað er ikki bert í Føroyum, at áhugi er fyri fullveldismálinum. Eisini millum føroyingar í Danmark er stórur Áhugi fyri hesum máli, og skipar kjakbólkurin hjá føroyingafelagnum í Århus fyri kjakfundi um júst hetta mál í Áarstovu í kvøld klokkan 19:30. Við á kjakfundinum verður Høgni Hoydal, landstýrismaður í fullveldismálum.