Russiski skiparin, sum sat og svav í skiparastólinum á brúnni við tí úrsliti, at skip hansara kom alt ov nær landi við Sjællands Rev tann 18. februar, hevur fingið forboð fyri at føra skip í eitt ár. Harafturat er hann vístur úr Danmark og skal ikki vísa seg har aftur tey fyrstu seks árini.
Tað var um náttina tann 18. februar, at danska sjóverjan fekk boð um, at tað 82 metrar langa farmaskipið "Danica Hav" var farið av kós og kundi sigla á land. Sjóverjan sendi fleiri skip og eina tyrlu til farmaskipið. Tyrlan fleyg tætt at brúnni á farmaskipinum, og tyrlumanningin sá, at skiparin sat og svav, men hóast tyrlan setti ljóskastaran á skiparan, vaknaði hann ikki. Tí var ikki annað at gera enn at seta ein mann niður á skipið at beina skipinum á rætta kós.
Tað vísti seg, at skiparin var fullur, og ein blóðroynd, sum bleiv tikin morgunin eftir og sostatt fleiri tímar aftan á handtøkuna, vísti, at promillan var 2,18.