Hendan myndin er tikin úr Bøkjarabrekku í Havn hvítusunnumorgun klokkan hálvgum seks. Ein fullur maður er farin upp í byggikranan, sum stendur á byggiøkinum hjá Havnar Arbeiðsmannafelag við Tinghúsvegin.
Greitt er ikki, um tilburðurin varð meldaður til løgregluna. Men sambært tí, sum løgreglan upplýsti fyri in.fo í morgun, so hevur verið stak friðarligt hjá teimum um halguna. Tað einasta at skriva heim um vóru eini hjún, sum sunnumorgunin vóru farin at klandrast. Sostætt er maðurin komin niður úr krananum í øllum góðum.
Tað er sera vandamikið – fyri ikki at siga út av lagi tápuligt, tá full fólk finna upp á at klíva upp í ein slíkan krana. Tað er eyðsýnt, at eingin kemur livandi frá slíkum falli.