Fullur maður á lendisakfari orsøk til lógarbroyting

Hevði eina promillum upp á 2,07, men misti ikki koyrikortið

Á tingfundinum, sum byrjar klokkan 10 í morgun, eru millum annað broytingar í ferðslulógini á skránni.

Ein lógarbroyting er ein beinleiðis avleiðing av, at ein persónur hevur koyrt dýrandi fullur á einum lendisakfari.

Í viðmerkingum til uppskotið frá Jørgen Niclasen, stendur, at orsøkin er tann, at 27. apríl 2017 varð ein dómur sagdur í Føroya Rætti:

– Ein persónur hevði við einari promillu á 2,07 koyrt á einum ikki-skrásetingarskyldigum lendisakfari/ATV á almennum vegi. Føroya Rættur metti ikki, at lendisakfarið kom undir allýsingina av, hvat eitt motordrivið akfar, sbrt. § 2, III, litra D í ferðslulógini, er. Orsakað av hesum verður mett, at brotið ikki kemur undir § 16, stk. 1 í ferðslulógini, og av somu orsøk metir Føroya Rættur heldur ikki, at málið er umfatað av § 11 a í ferðslulógini.

– Skotið verður tí upp at broyta ásetingarnar í ferðslulógini soleiðis, at allýsingin av lendisakførum verður víðkað fyri at sleppa undan, at omanfyrinevnda endurtekur seg.

Meira um tingfundin í dag kann lesast her