Fullur ferðamaður sló løgreglumann

Ein 40 ára gamal føroyingur, sum kom við flogfari til Billund í gjár, endaði í geglinum í Vejle. Tá maðurin kom úr flogfarinum í Billund seinnapartin í gjár, hevði hann fingið í meira lagi av sterkum á flogferðini, og hann sýtti fyri at gera eftir boðum frá løgregluni. Ístaðin fyri byrjaði hann at sláa og sparka ein løgreglumann, skrivar JydskeVestkysten.

Tað endaði við, at løgreglan handtók mannin og fór við honum á løgreglustøðina í Vejle, har hann svav rúsin av sær.

Maðurin varð latin leysur á middegi í dag, men hann sleppur neyvan so. Sambært blaðnum noyðist hann helst í rættin seinni fyri tað, sum hendi á flogvøllinum í Billund í gjár. Sum skilst verður hann skuldsettur fyri harðskap ímóti embætismanni í arbeiði.