Tað kostaði flogfelagnum Quantas 700.000 krónur, tá eitt flogfar hjá felagnum mátti neyðlenda. Orsøkin var ein maður umborð, sum var fullur, roykti og var ólátaður.
Tað var á rutuni millum Sidney og Tokyo, at ein 34 ára gamal maður fyrr í vikuni gjørdi eitt satt sirkus umborð á einum Quanta-flogfari við 350 ferðafólkum.
Maðurin órógvaði tey, sum sótu rundan um hann, drakk av eini vodkafløsku, ið hann hevði tikið við umborð, og tá eitt av flogtænastufólkunum bað mannin um at sita friðarligur, slóg tann 34 ára gamli maðurin flogtænastufólkið í bringuna.
Ætlanin var, at maðurin skuldi leggjast í strips, men tað eydnaðist ongantíð, tí fulli maðurin fór inn á WC, har hann festi sær í eina sigarett, sum síðani setti roykávararnar umborð á flogfarinum í gongd.
Tá maðurin nakað seinni kom út aftur, skuldi eitt av flogtænastufólkunum taka í hann, og tá gjørdi hann ikki mætari enn at at spýta í andlitið á flogtænastufólkinum.
Flogfarið neyðlendi í Cairns í Queensland.
Sirkusið av tí 34 ára gamla manninum hevur kostað flogfelagnum umleið 700.000 norskar krónur, sum er nøkunlundað tað sama í føroyskum krónum.