Helena Dam á Neystabø
Javnaðarflokkurin
Tá ið tú týsdagin fert at velja tína rødd út í heim, so hevur tað týdning, at tú hugsar um, at røddin eisini skal hoyrast í Fólkatinginum.
Eingin kann røkja tveir tingmannasessir í senn í hvør sínum landi til lítar. Bæði sambandskvinnan og tjóðveldismaðurin á Fólkatingi hava hesi seinastu fýra árini verið bæði løgtingsmenn og fólkatingsmenn.
Tann føroyski fólkatingslimurin fær góða løn og góðar umstøður - tað forpliktar! Hvat høvdu føroyingar sagt, um vit rindaðu fulla løn og eftirløn til tveir danir í Løgtinginum, og at teir ongantíð vóru at hitta.
Tí hevur tað týdning, at tú velur ein flokk, sum vil taka fólkatingsarbeiðið í álvara. Tað vil Javnaðarflokkurin! at tú velur eitt fólk, ið vil arbeiða í Fólkatinginum burturav, og sum dagliga og áhaldandi vil arbeiða fyri at styrkja støðu Føroya á altjóða leikpallinum.
Vegna Javnaðarflokkin bjóði eg meg fram til at taka hesa uppgávu uppá meg. - At røkja fólkatingssessin sum eitt fulltíðarstarv.