Fullsett til læknastríð í Klaksvík

Í kvøld hevur Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur, hildið fyrilestur um læknastríðið. Fyrilesturin var í Skúlanum við Ósánnna, og áðrenn klokkan 19.30 høvdu hópin av fólk leitað sær í skúlan, sum nú er væl meri enn fullesttur – meir enn 200 áhoyrarar, líða áhugaðir á.

Læknastríðið ella Klaksvíksstríðið, sum tað ofta verður kallað, var í hæddini í 1955, og er størsti uppreistur nakrantíð í Føroyum móti donsku yvirvøldini. Her verður m. a. umtalað grundarlagið fyri læknastríðnum og sjálva hendingargongdina, men eisini verður stríðið sett í eina størri heild.

Aftan á fyrilesturin verður kaffi og prát. Hans Andrias Sølvará, sum í løtuni arbeiðir við 3. bindi av Klaksvíkar Søgu vil fegin frætta frá fólk, sum minnast stríðið, og ikki minst fáa avrit av myndum og skjølum frá hesi tíðini.