Fullsett kirkja hvønn sunnudag

Hoyvík: Síðani Hoyvíkar kirkja varð vígd sunnudagin 4. november, hevur hon verið fullsett til hvørja einastu gudstænastu.

Seinasti sunnudagar var einki undantak í so máta, tá ikki færri enn 750 fólk vóru í kirkju. Her var talan bæði um hoyvíkingar og fólk aðrastaðni frá. Nú sunnudagin fara helst nógv fólk aftur í Hoyvíkar kirkju, tá Sverri Steinhólm prædikar og eitt barnakór fer at syngja.