Nú vit eru komin í jólamánaðin eru nógv, sum skipa fyri konsertum við ymsum formi og innihaldi.
Harmoniorkestrið GHM í Havn hevur vanliga nógv at takast við í desember mánaði. Í ár hevur GHM so tikið stig til sína egnu jólakonsert og hevur boðið trimum kórum við: Felagskórinum Gøta/Leirvík, Vestmanna sangkóri og Tórshavnar Kamarkóri.
Stórt kór saman við harmoniorkestri er ikki roynt fyrr her heima, men nú GHM er vorðið so stórt harmoniorkestur, har mest sum øll ljóðførini, sum eitt tílíkt orkestur eigur at hava, eru umboðað, er hetta á fyrsta sinni møguligt.
Konsertirnar í ár vóru tríggjar í tali: Fríggjakvøldið í Vestmanna, leygardagin í Gøtu kirkju og í gjár í Vesturkirkjuni.
Á triðju og seinastu konsertini byrjaðu fólk longu at koma í góðari tíð frammanundan, og tá konsertin var byrjað, var kirkjan meiri enn fullsett av fólki.
Og her kundu tey enn einaferð verða vitni til ótrúligu songrøddina hjá Eivør Pállsdóttur. Jú, hon er ein stjørna, vóru øll samd um eftir konsertina.