Aðru ferð innan fýra dagar skal B36 á heimavølli spæla týdningarmiklan dyst, har eitt framhaldandi pláss í oddastríðnum stendur upp á spæl.
Hesa ferð eru tað gøtumenn, sum um vikuskiftið vunnu seg upp á triðja plássið, sum koma á vitjan, og sum skilst, so verður tað eitt fullmannað GÍ-lið, sum vitjar. Hvørki skaðar ella leikbann hótta liðið.
Í B36 kunnu tey fegnast um, at Fróði Benjaminsen og Alex Jose dos Santos nú aftur eru tøkir, eftir at teir hava sitið leikbann av sær. Somuleiðis kann venjarin hjá liðnum, Sigfríður Clementsen, nú aftur sessast við beinkin, eftir at eisini hann hevur sitið dystarbann av sær.
Hinvegin eru aðrir hjá B36, sum ikki fáa tikið lut í dystinum. Mikkjal Thomassen er leikbannaður, eftir at hann fekk reytt kort móti EB/Streymi. Hartil breyt Jóhan V. Gunnarsson nøsina í dystinum seinasta sunnudag, og tí er heldur ikki hann tøkur. Hartil fekk Jákup Mikkelsen ein snudd, tá spælt varð sunnudagin, men sum skilst, so roynir hann at spæla kortini.