Fullmannaðar finalur

Hondbóltur Tjaldurskvinnur vunnu aftur á Neistanum og skulu møta Stjørnuni í steypafinaluni, meðan KÍF-menninir eru klárir at møta Neistanum í mansfinaluni eftir sigur á StÍF

Kvinnurnar hjá Tjaldri spældu seg mikukvøldið í steypafinaluna, tá tær á heimavølli vunnu á Neistanum við tveimum málum. Tjaldur, sum var á odda allan dystin, vann fyrru hálvfinaluna við átta málum og er tí víðari samanlagt 62-52.
Í finaluni skal Tjaldur spæla ímóti Stjørnuni. Hesi bæði liðini møttust eisini í steypafinaluni fyri tveimum árum síðani, og ta ferðina vann Stjørnan 25-23. Hetta er ann­ars áttanda árið á rað, at Stjørnan er í steypafinaluni.
Var kanska ikki so stórur spenn­ingur í Runavík, var øðrvísi á Skála, har StÍF og KÍF møttust, tí ta fyrru vunnu kollfirðingar á heimavølli við bara einum máli. Hesa ferð tóku teir sær kortini betri partar fyri og vóru á odda allan dystin.
KÍF skal í steypafinaluni møta Neistanum, sum vann bæði í fjør og í fyrraárið. Kollfirðingar hava bara eina ferð verið í steypafinaluni fyrr. Tað var í 1986, tá teir taptu við bara tveimum málum fyri Kyndli.

Neistin hevur frí
Bæði hjá kvinnum og monnum eru liðini hjá Neistanum millum odda­liðini, men hvørki teirra spælir um vikuskiftið. Í Sunset-kappingini hjá kvinnum eru tríggir dystir um viku­skiftið, og teir eru allir í morgin. Ser­liga áhugavert verður at síggja, um Stjørnan kann vísa, at tapið fyri StÍF í steypa­kappingini var eitt undan­tak, meðan Tjaldur helst fær sítt at síggja til, tá VB vitjar í Runavík.
Hjá monnunum kunnu kollfirð­ingar royna at nærkast Neistanum, tá teir sunnudagin møta særdu hoyvíkingunum, og tá skal Team Klaksvík á útivølli ímóti StÍF vita, um sigurin á H71 í vikuni kann endur­takast. Triði dysturin verður í morgin millum Kyndil og VÍF, ið bæði munnu vera tvey skuffað lið, nú finalu­dreymurin kámast.