Í blaðnum í dag hevur Snorri Patursson tíðargrein um heilsugóðan kost, við heitinum Hugsað Einfalt. Hann er lesandi í Ernæring og Sunnheit við sergrein í Human Ernæring og er fegin um, at fyribyrgingarráðið hevur tikið stig til útivikuna, ið kann eggja fólki, til at fara betur um heilsuna, við vón um at minka um vælferðarsjúkurnar.
- Upprunaliga vóru kostráðini sjey, men vórðu til átta, tá motión fyri nøkrum árum síðan varð talt við sum heilsuráð, sigur Snorri Patursson.
Úrslitini av kanningum av vælferðarsjúkum í heiminum hava seinastu tíðina verið fallandi. Men serfrøðingar á økinum rokna við enn einum boosti, tá nýggjastu úrslitini fyriliggja.
- Eitt nú rokna tey við einum boosti millum etniskar minoritetir, har tey hava eitt annað forhold til sjónvarp enn vit, og har upplýsingin um sunnan kost er lítil, sigur hann.
Gullkornið í kostinum
Tíðin er farin frá ræðsluherferðum í samband við upplýsing. Nógv kjak hevur eitt nú verið um ávaringar á sigarettpakkum, og tað sama ger seg galdandi, tá tað snýr seg um sunnan kost. Tað snýr seg um at seta fokus á tað positiva við at fáa fólk at leggja kostin um, og ikki at mála ræðslumyndir. Her fyri varð spildurnýggj herferð skotin í gongd, sum skal fáa fólk at eta meir fullkorn, sum Snorri Patursson í síni tíðargrein rópar gullkorn.
- Tað er Sundhedsstyrelsen, ið er stigtakari til lýsingarherferðina viðvíkjandi fullkorninum, og í lýsingarherferðini eru tað sokallaðir ambassadørar, ið lýsa fyri fullkorni. Ambassadørarnir eru ymisk ítróttarfólk í Danmark, sum síggjast í samband við appilsingula merki, ið stemplar vørurnar sum fullkornsvørur, greiðir Snorri Patursson frá.
Aftan fyri lýsingarherferðina standa Kræftens Bekæmpelse, Diabetesfelagið og onnur, og er heimasíða gjørd í samband við herferðina, www.fuldkorn.dk, har meir fæst at vita um fullkorn.
- Fullkorn fyribyrgir krabbamein og vælferðarsjúkur. Tað liggur longri á, og gevur eina økta mettheitskenslu. Tað kann vera, at fullkornsvørurnar eru nakrar krónur dýrari, men tá tú etur minni, av tí at tú ert mett longri, loysir tað seg tá alt kemur til alt, sigur Snorri Patursson.
Hugsa einfalt
Fullkornið er eisini gott fyri magan, sum ber meginpartin av immunverjuni hjá okkum.
- Vit fáa ein sterkari maga, og ikki at gloyma, minkar fullkornið um vandan fyri at fáa sukursjúku.
Tíðargreinin, sum Snorri Patursson seinastu tíðina hevur arbeitt við, er ætlað vanliga brúkaranum. Ætlanin er at eggja vanliga brúkaranum, sum í dagsins samfelag ikki gevur sær stundir til, at hugsa einfalt.
- Tíðin vit liva í í dag ger, at vit ikki hava tíð til nakað. Tí skulu broytingar í matvanum leggja seg tætt uppat okkara lívsstíli. Men tað ber til at gera mun við bert at velja eitt sindur øðrvísi, sigur Snorri Patursson.
Í tíðargreinini, ið er prentað aðra staðni í blaðnum, gjøgnumgongur Snorri Patursson heilsugóðankost og kemur við tilmælum og hugskotum til, at eta sunnari og hugsa meira einfalt.
- Eg haldi sjálvur, at tað er gleðiligt at so nógvar ymsar bøkur um heilsugóðan kost verða útgivnar í løtuni. Harafturat er tað bara gott at skera niður á mettaða feittið í okkara kosti og royna at eta vistfrøðiligt í so stóran mun, tað er gjørligt, eru nøkur av ráðunum frá Snorra Paturssyni.