Fullkomin arrogansa...

Majbritt Mohr, forkvinna
------

Almanna- og heilsurøktarafelagið
Borgarliga samgongan hevur nú verið veruleiki í tríggjar vikur, og hon hevur millum annað sett sær sum mál, at seta í verk eina flatskattaskipan.

Til at fíggja hesa skattaskipanina, sum økir ójavnan her á landi, ætlar samgongan sær m.a. at skatta pensjónsinngjøldini.

Samgongupolitikararnir hava biðið um útrokningar og viðmerkingar frá fíggjarmálaráðnum og pensjónsnýskipanararbeiðsbólkinum. Teir vilja hoyra teirra sjónarmið í hesum sambandi.

Fíggjarmálaráðið og pensjónsnýskipanarbólkurin mæla staðiliga frá, at uppskotið um at skatta pensjónsinngjøldini verður framt. Frámælið er m.a. grundað á, at fólk helst fara at hava minni hug at spara saman, og at fíggjarligu framtíðaravleiðingarnar kunnu gerast álvarsamar.

Arrogansan frá samgonguni er fullkomin! Frámælið frá fíggjarmálaráðnum og pensjónsnýskipanarbólkinum verður ikki tikið til eftirtektar. Nei, samgongan heldur fram at arbeiða við uppskotinum, og í vikuni segði Jørgin enn einaferð, at miðað verður ímóti at seta í verk flatskattaskipanina á nýggjárinum.

Limir í Almanna- og heilsurøktarafelagnum hava í skjótt fjøruti ár rindað inn til sína egnu pensjón. Soleiðis eru vit við til at fíggja okkara egna aldurdóm við tí inntøku, vit partvíst skulu liva av. Sjálvandi skulu vit rinda skatt av útgjaldinum, soleiðis at vit við skattinum í framtíðini framhaldandi kunnu fíggja part av almennu tænastunum.

Gera vit ikki tað, koma enn fleiri pengar at mangla í almanna- og heilsuverkinum um 20 – 30 ár. Tá fara vit at noyðast antin at rinda skatt einferð afturat av okkara pensjónum, ella at gjalda fyri allar almanna- og heilsutænastur. Kanska noyðast vit at gera bæði..?

Føroya fólk eigur at vita og taka til eftirtektar, at um politikararnir fremja ætlanina, ið er stugin út í kortið, er mest sannlíkt, at vit sum gomul fara at hava nógv færri pengar um hendi.

Allar framrokningar vísa, at vit gerast eldri orska av betri liviumstøðum og tøkniliga framkomnum heilsuverki. Samstundis fáa vit eisini færri børn.

Tá ið tað um 30 ár vera færri arbeiðsfør fólk til hvønn pensjónistin, ja so má penjónisturin í 2030 enn einaferð gjalda fyri tað, ið hann sum ungur helt seg hava goldið til.