Seinastu viku sendi Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, feløgunum á føroyska arbeiðsmarknaðinum eitt uppskot til hoyringar um skipan til loysn á ósemjum á arbeiðsmarknaðinum.
Í rúgvumikla uppskotinum verður millum annað lagt upp til at seta ein fastan gerðarrætt á stovn. Verður uppskotið til løgtingslóg samtykt, verður talan eina fullkomiliga nýggja skipan um loysn á trætum á arbeiðsmarknaðinum.
Minnir nógv um arbeiðsrætt
Flestu avtalur á føroyska arbeiðsmarknaðinum í dag millum arbeiðstakarar og arbeiðsgevarar fevna um ein gerðarrætt. Skipanin við gerðarrætti hevur verið nýtt til stríðsmál, sum fata um tulkingar av sáttmálainnihaldi.
Gerðarrætturin er ikki nakar formellur stovnur, men ein rættur, sum verður settur á stovn, so hvørt sum stríðsmálini taka seg upp. Seinnu árini hevur gerðarrættur verður nýttur nakrar ferðir, og hava tað verið fakfeløgini og arbeiðsgevararmar, sum bæði hava valt umboð í gerðarrættin.
Í Føroyum hava vit aldrin havt ein arbeiðsrætt, sum vit kenna í londunum rundan um okkum. Arbeiðsrættur hevur verið nýttur at taka sær av sáttmálabrotum, og kann tí ikki samanberast við tað, sum føroyingar kenna sum gerðarrætt, ið hevur uppgávu at loysa trætur um tulking av sáttmálum.
Nýggja uppskotið um fastan gerðarrætt hjá Bjarna Djurholm leggur seg nógv at arbeiðsrættinum. Í uppskotinum, sum er sent til hoyringar hjá feløgunum á arbeiðsmarknaðinum, verður lagt upp til ein stovn, sum bæði skal taka sær av brotum og tulkingum av sáttmálum. Ein kann tí kalla nýggja stovnin eina samanrenning av arbeiðsrætti og gerðarrætti.
Fasti gerðarrætturin fevnir um ein varandi stovn. Gerðarrætturin, vit kenna í dag, verður bert settur á stovn, tá trætur á arbeiðsmarknaðinum hava tikið seg upp, og tí er talan um eina nýggja skipan.
Í uppskotinum úr Vinnumálaráðnum verður lagt upp til, at fasti gerðarrætturin skal hava 13 fastar limir og 26 varalimir.
Umfatar bara sáttmálaskeiðið
Fasti gerðarrætturin kann bert taka støðu til ósemjur á arbeiðsmarknaðinum, so leingi sáttmáli er millum stríðandi partarnar. Seinnu árini hava fleiri av drúgvu verkføllunum verið eftir, at sáttmálaskeiðið millum partarnar er gingið út.
So seint sum í vár varð havt á tunguni, at høvdu vit havt ein fastan gerðarrætt, so var sloppið undan drúgva verkfallinum, men hetta er mistulking, tí fasti gerðarrætturin kann ikki gera skera ígjøgnum, so leingi eingin sáttmáli er millum partarnar.