- Vit hava í dag tikið undir við uppskotum um roykipolitikk á arbeiðsplássum og eisini nýggjar merkingar á sigarettpakkarnar. Tí haldi eg tað verða so løgi, at mann í hesum føri vil lata tíggjutals milliónir krónur til at stuðla roykjarum. Tað er í veruleikanum ein fullkomin andsøgn, sigur Hans Pauli Strøm. Sum leggur stóran dent á, at mann hevur ein virknan roykipolitikk, og hann als ikki skilur at tollfría sølan skal vera eitt undantak, tá mann er farin so miðvíst til verka.
Skeivt vinnupolitiskt
Hans Pauli Strøm heldur, at vinnupolitisku argumentini eru alt ov grunn.
- Tað hevur hvørja ferð víst seg, at tá eitt heilsupolitiskt ella umhvørvispolitiskt átak er samtykt, so hevur tað fingið stóra mótstøðu frá vinnuni, men at enda hava øll verið fegin um tað. Eg meti eisini tað vera tilfeldi hesaferð, metir heilsumálaráðharrin. Sum heldur tað vera løgi, at vinnan skal hava so nógv at siga í hesum máli.
Ger ikki meira
Víðari greiðir Hans Pauli Strøm frá, at hann ikki kann gera annað, enn at harmast um støðuna, sum er íkomin.
- Tað vísir seg, at vera vilji løgtingsins at halda á fram við tollfríu søluni av sigarettum og óansæð, hvussu stórur viljin hjá mær er til at broyta lógina, so er tað ikki í hesum føri ikki mítt borð, sigur heilsumálaráðharrin. Sum hevur verið sera virkin í at fáa sunnari og meira virknar føroyingar.