Noreg: Rættilig ferð er komin á kjakið um, hvussu fólk handfara fýrverk tá tað nýggja árið skal skjótast inn.
Her kann koma uppá tal, at banna tað teir kalla pinna-rakettum, meðan teir fara at loyva jørð-rakettum uttan pinnar.
Eitt ES-fyriskipan, sum fyri stuttum er kunngjørd sigur týðiliga og greitt, at alt fýrverk skal bæði góðkennast og verða roynt av serkunnleikanum, áðrenn tað kemur á marknaðin.
Í onkrum londum á europeiska meginlandinum er ein sinnaður at fara so mikið langt, at eitt fullkomið forboð kann verða sett í gildi fyri mannin á gøtuni.
Norskir myndugleikar kanna í løtuni, hvat teir skulu siga og halda um rakettir við stýripinnum. Norsk bløð skriva kortini, at lítið týðir uppá at eitt fullkomið forboð verður sett í verk.
- Skal eitt slíkt stig setast í verk, má ein politisk avgerð til, sigur Siri Hageheugen frá Direktoratet for samfunnssikkerhet og beredskap við norska blaðið VG.
Dentur verður serliga lagdur á, at teir nógvu skaðarnir av fýrverki hava gjørt sítt til, at ein umhugsar eitt slíkt stig. Bara á Haukeland Universitetssykehus varð boðað frá 21 eygnaskaðum bæði á børn og ung orsakað av fýrverki.
Av hesum kunnu seks teirra vænta at missa sjónina fullkomuliga.
Ynskja strangari reglur
Ein yvirlækni á sjúkrahúsinum, Nils Bull er sannførdur um, at eitt forboð er rætta leiðin at ganga.
- Tað nyttar lítið at seta forboð í gildi móti rakettunum, tá fýrverkið á jørðini er eins vandamikið og hitt, sigur hann.
Tí eru fleiri sinnað at seta forboð ímóti øllum sløgum av fýrverki, eins og ES-fyriskipanin leggur upp til.
Ein teirra er brigaduleiðarin hjá sløkkiliðinum í Oslo, Bjørn Lind, sum heldur tað beinleiðis vera óforsvarligt at lata amatørar handfara fýrverk.
Hansara hugsan er, at ein ístaðin eigur at lata serkøn fólk taka sær av hesum, og síðani lata almennar myndugleikar skipa fyri einum stórfingnum og vøkrum felags fýrverk lokalt.
Norska tilbúgvingin gjørdi í 2006 eina kanning sum vísti, at 7 av 10 norðmonnum ynskja strangari reglur við fýrverki.
Helvtin av teimum spurdu løgdu tó dent á, at tey vóru ímóti einum fullkomnum forboði móti rakettum, meðan 38 % vóru fyri.










