Fullkomið bann er loysnin

Formaðurin í Fyribyrgingarráði Føroyar, Heðin Thomsen heldur ikki, at upplýsingararbeiðið munar nóg væl, tá tað kemur til royking. Hann er ikki í iva um, at tað einasta, sum veruliga hevði munað, er eitt fullkomið bann á allari tubbaksframleiðslu og sølu

Heðin Thomsen er ikki í iva um, at tað einasta rætta hevði verið at sett fullkomið bann á alla framleiðslu og sølu av tubbaki. Tað er tað,sum hann heldur, hevði gjørt munin í Føroyum.
? Sjálvandi hevði tað óivað havt nakað av svørtum marknaði við sær í byrjanini, men tað ber ikki til at halda slíkt loyniligt í langa tíð í einum so lítlum landi sum Føroyar, so tað er avgjørt tað, sum hevði gjørt munin herheima hjá okkum, staðfestir Heðin.
Hann ivast somuleiðis í, um tann vanligi borgarin í Føroyum, sum kanska roykir einar 20 sigarettir um dagin, hevði farið í holt við at smugla sigarettir, um tær vóru bannaðar.
Hann vísir á, at gongdin í útlondunum er hendan at seta fullkomið bann á sølu og framleiðslu av tubbaki.

Samfelagið ábyrgdina
Heimskenda læknatíðarritið the Lancet hevur greitt sagt seg ganga inn fyri fullkomnum banni av allari tubbaksframleiðslu og sølu, og formaðurin í Fyribyrgingarráðnum heldur tað bert vera ein spurning um tíð, inntil tað verður gjørt nakað við tað.
? Upplýsing er uppgivin. Roykjarar eru so bundnir av sigarettunum, at tað nyttar onki at upplýsa meira um vandan, nú mugu og skulu tiltøk til, sigur Heðin Thomsen. Hann greiðir frá, at í the Lancet verða politikarar drignir til svars fyri støðuni. Yvirskriftin í einari grein ljóðar: Do you sleep at night, mr Blair? Her verður hugsað um, at politikarar, sum sita við valdinum, høvuðsábyrgdini, vitanini og møguleikanum til at gera okkurt við støðuna, ikki gera nakað, vísir Heðin á.
? Størsti trupulleikin er, at samfelagið gevur fría atgongd til eina vøru, sum drepur helvtina av teimum, sum njóta hana, sigur formaðurin í Fyribyrgingarráðnum.
Hann er ikki í iva um, at fullkomið bann er tann bíligasta loysnin og tann mest effektiva.

Upplýsing munar ikki
? Átakið ímóti royking, sum Klaksvíkar kommuna skipaði fyri, er eitt gott tiltak, og vit luttóku í tí, men eg haldi, at tað er væl og virðiliga staðfest, at upplýsingartiltak ikki muna nóg væl, tá tað kemur til royking, sigur Heðin Thomsen.
Hann sigur, at sjálvandi skal upplýsing til, og hann leggur dent á, at tað eru nógvir ymiskir hættir at upplýsa uppá, men samstundis vísir hann á, at gongdin aðrastaðni í heiminum er, at tiltøk heldur verða sett í verk til tess at minka um talið á roykjarum.
? Tað er ongin í dag, sum ikki veit av, hvussu hættisligt tað er at roykja, men tað ger ikki tann stóra munin ? sjálvt við ræðukampanjum, heldur formaðurin í Fyribyrgingarráðnum. Hann hevur eisini onnur hugskot, um við hvørjum tiltøkum talið á roykjarum kann minkast.
? Við at hækka prísin á sigarettum og aldursmarkið fyri at keypa. Og so forboð fyri at roykja á almennum støðum. Tað ger eisini sín mun, sigur Heðin Thomsen, formaður í Fyribyrgingarráðnum, sum tó sær eitt fullkomið bann, sum ta bestu loysnina.
Ein kanning, sum Gallup gjørdi fyri Fyribyrgingarráðið í fjør vísir, at 36 % av føroyingum roykja. Yvir 70 % av teimum spurdu, vilja hava roykibann á almennum støðum.