Fullir sjómenn

Danska løgreglan

noyddist fyrrakvøldið umborð á eitt norskt skip eftir trimum polskum sjómonnum, sum høvdu hótt hinar av manningini.
Norska skipið, sum eitur »Nor Hav«, fór inn til Rønne á Bornholm við monnunum. Sambært skiparanum høvdu menninir hótt hinar av manningini, og ein teirra hevði sligið ein av sínum skipsfeløgum.
Teir tríggir pólendingarnir vórðu settir í brummuna í Rønne, men eru síðani sendir til Pólands. »Nor Hav« er farmaskip, sum siglir millum Kiel og Riga.