Klokkan gott tvey seinnapartin leygardagin, kom Brimil sleipandi inn á Runavíkina við einum lítlum útróðrarbáti. Báturin hevði fingið motorsteðg, og tá hann kom á havn, varð funnið útav, at teir báðir menninir, sum vórðu við bátinum vóru báðir fullir.
Menninir við bátinum høvdu verið eftir havhesti. Blóðroynd varð tikin av teimum, og bót verður givin teimum fyri brot á sjólógina, upplýsir politistøðin í Runavík.