- Eg havi fingið fullan stuðul frá landsnevndini, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, tá hann er komin út frá fundarhølinum hjá Sambandsflokkinum á Gamla Apoteki.
Landsnevndin hevur fundast síðani klokkan 10 í morgun, og beint eftir klokkan 12 varð fundurin lokin og løgmaður kom smílandi út úr fundarhølinum.
- Eg eri eyðmjúkur av, at landsnevndin hevur avgjørt at vísa mær fullan stuðul. Nú hyggja vit frameftir móti einum løgtingsvali, sum vit ætla okkum at vinna.
Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at fundurin var góður og konstruktivur.
- Sambandsflokkurin er ein stórur flokkur, so sjálvandi eru innanhýsis ósemjur. Vit høvdu eisini fleiri fatanir av niðurstøðuni hjá Hans Gammeltoft Hansen. Nú hava vit tó havt ein góðan fund, har øll eru komin til orðanna, vit hava tosað opið og frítt um málið og eru komin til eina felags niðurstøðu, sigur hann.
Áður hevur løgmaður boðað frá, at hann fór at kalla landsnevndina inn til fundar, har eisini spurningurin um formanssessin skuldu viðgerast.
- Hesin fundurin ger, at okkum ikki tørvar ein nýggjan fund í august um sama mál. Nú hyggja vit frameftir móti løgtingsvalinum, og eg fari at heita á øll sambandsfólk um at nú finna felags stev og standa saman um flokkin, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Málið tykist nú avgreitt, hvat Sambandsflokkinum viðvíkur, men seinnapartin fer formansskapurin í løgtinginum á fund at viðgera kanningina hjá Hans Gammeltoft-Hansen. Ósannlíkt er tó, at nakað verður gjørt har, alla ta tíð, Sambandsflokkurin hevur tveir av fýra limum í formansskapinum.
So er spurningurin, um andstøðan ella hinir samgonguflokkarnir fara at kalla løgtingið saman til eina viðgerð av kanningini ella møguliga at reisa eitt misálit móti løgmanni.