Faroe Petroleum boðar í morgu frá úrslitinum av boringini á Fulla leitimiðinum vestan fyri Hetlandi. Í stuttum kann sigast at:
- Leitibrunnur 206/5a-3 fann olju á Fulla leitimiðinum
- Borað varð ígjøgnum eina oljuflá, sum var 133 føtur tjúkk (brutto), harav 45 føtur eru oljuberandi
- Góðskan á jarðgoymsluni er betri enn væntað
- Oljuprøvar eru fingnir til vega, og nágreiniligir upplýsningar um oljugóðskuna verða staðfestir við nærri kanningum á rannsóknarstovu
- Fulla, ið er fyrsti brunnurin, sum Faroe Petroleum hevur staðið fyri, varð boraður sambært bretskum heilsu- og trygdarkrøvum
Byrjað varð at bora brunnin 206/5a-3 á Fulla leitimiðinum tann 6. juni 2011. Borað varð niður á 2350 metrar á 124 metra havdýpi. Hesin leitibrunnurin á Atlantsmótinum liggur 31 km í ein landnyðring frá Clair framleiðslueindini, har BP er fyristøðufelag. Endamálið við boringini var at kanna, um møguligar fláir við oljuberandi sandi finnast á Fulla leitimiðinum, og um so varð, at gera fleiri kanningar og útvinna oljuprøvar.
Bora varð ígjøgnum eina flá uppá 133 føtur við eini netto oljuberandi flá uppá 45 føtur. Hetta var í tráð við forsøgnir. Meðal poknustigi í tí oljuberandi fláini er 23%. Nærri kanningar verða nú gjørdar fyri at meta um úrslitið av boringini. Síðani verður farið undir at kanna útbyggingarmøguleikar, ið eisini fevna um Freya fundið, sum varð gjørt í 1980 á teigi 206/10a sunnanfyri Fulla fundið.
WilPhoenix flotpallurin, sum Awilco eigur, varð nýttur til boringina, og hann arbeiðir nú við at tippa brunnin og rigga av.
Faroe Petroleum seldi 50% av loyvinum til Canadian Overseas Petroleum Limited (COPL) í desember mánaða 2010, og avtalan við COPL ber við sær, at COPL rindar 60% av borikostnaðinum.
Felagið fegnast um úrslitið av leitiboringini á Atlantsmótinum. At boða frá einum fundi á okkara fyrsta leitibrunni sum fyristøðufelag er stimbrandi. Fulla fundið er eitt stórt frambrot fyri felagið. Fleiri kanningar verða gjørdar í komandi vikum, fyri at ein betri fatan kann fáast av fundinum. Við eini betri oljugóðsku enn væntað, verður mett, at tað er góður møguleiki fyri einari burðardyggari útbygging, helst saman við Freya fundinum.
Faroe borar eisini tríggir leiti- og metingarbrunnar í Noregi í seinna hálvári í ár. Tann fyrsti av hesum, Butch brunnurin, verður boraður í løtuni við Centrica sum fyristøðufelagi. Metingarbrunnurin T-Rex og leitibrunnurin Kalvklumpen verða ætlandi boraðir seinni í ár.