Á aðalfundi í okkara fakfelag 28. mars 2006, Felagið maskinmeistaralærarar, varð yvirlýsingin einmælt samtykt. Eisini teir lærarar, sum ikki høvdu høvi at vera á aðalfundinum, taka fult undir yvirlýsingini. Sostatt er umdirtøkan 100 %. Tað undrar okkum, at Mentamálaráðið fer í fjølmiðlarnar við slíkari útsøgn, uttan fyrst at venda sær til okkara felag.
Yvirlýsingin var soljóðandi:
Aðalfundurin heitir á leiðslu skúlans og Mentamálaráðið at flyta undirvísingina til maskinmeistaraprógv niðan aftur í bygningin undir Krákugjógv innan 1. august 2006.
Vit halda ikki at umstøðurnar hjá teimum lesandi eru nóg góðar í Nóatúni í mun til tær frálíku umstøður, sum vit høvdu áðrenn flytingina í august 2005.
Vit heita eisini á landsstýrismannin í mentamálum at svara okkum upp á teir fýra spurningarnar í opna brævinum, dagf. 23. februar 2006.
Enn er onki svar komið frá landsstýrismanninum. Vit eru altíð til reiðar at koma á fund við Mentamálaráðið um hetta álvarsmál, møguliga saman við Maskinmeistarafelagnum.
Felagið Maskinmeistaralærarar
9. mai 2006