Full spælitíð til Samuel í heimasigri hjá SJK

SJK Seinäjoki stríðist fyri at røkka ovara endaspælinum

Verjuskansin, Samuel Chukwudi spældi allan dystin, tá hann og liðfelagarnir í SJK Seinäjoki vunnu 3-1 á Jaro í heimadysti í bestu finsku fótbóltsdeildini.

 

Rasmus Karjalainen legði SJK á odda við einum brotssparki í 11. minutti, og tá ein hálvur tími var leiktur økti Kasper Paananen til 2-0. Í 87. minutti fekk Jaro spenning í uppgerðina aftur, men í tíðini dómarin hevði lagt aftrat tryggjaði Jeremiah Streng SJK sigurin.

 

SJK er nummar fimm í deildini við 18 stigum fyri 12 dystir. Tað alt umráðandi hjá Samuel og liðfeløgunum er at vera millum seks tey fremstu liðini aftaná 22 umfør. Seks tey fremstu liðini fara í ovara endaspælið, meðan seks tey niðaru liðini enda í niðara endaspælinum. 

 

Komandi mikudag klokkan 15 - klokkan 17 finska tíð - hevur SJK dyst á útivølli móti Ilves.