Full spælitíð til Karl

Karl Løkin spældi allan dystin, tá Næstved í gjárkvøldið spældi steypadyst móti HB Køge

Føroyski miðvallarin Karl Løkin, ið fyrr í summar skifti frá ÍF til Næstved í Danmark, leikti í gjárkvøldið sínar fyrstu minuttir fyri nýggja felagið.

 

Orsøkin til at Karl Løkin ikki hevur fingið nakran almennan dyst í beinini fyrrenn nú, er tann, at leikaraloyvið ikki kom uppá pláss fyrrenn sunnudagin.

 

Í gjárkvøldið var Karl Løkin á vøllinum allar 90 minuttirnar, tá Næstved spældi steypadyst móti HB Køge, ið leikar í næstfremstu donsku deildini.

 

Hóast HB Køge vóru stórir favorittar undan dystinum, so góvu Karl og liðfelagar hansara úr Næstved mótstøðuliðnum dygga mótstøðu. Tað eydnaðist tó favorittunum úr HB Køge at vinna dystin 2-1.

 

Heimasíðan hjá Næstved letur væl at nýggja føroyinginum á miðvøllinum.

 

-          -      Føroyingurin Karl Løkin er ein vinningur fyri felagið. Hann ger tað lætt á miðvøllinum – og ikki minst, so ger hann tað væl.

 

Venjari hjá Karl Løkin í Næstved Boldklub er Mogens Krogh, ið tey undanfarnu árini hevur virkað sum málmansvenjari á føroyska a-landsliðnum.