Hallur Hansson og Vendsyssel FF spældu í dag á útivølli móti Fredericia í næstbestu deildini. Bæði liðini høvdu nógv at stríðast fyri undan dystinum, tí Hallur Hansson og Vendsyssel liggja í løtuni á heiðursmerkjaplássið, meðan Fredericia akkurát liggur røttu megin niðurflytingarstrikuna.
Dysturin í dag endaði við 1-1 javnleiki, eftir at Fredericia hevði verið á odda størsta partin av dystinum. Ikki fyrrenn í 82’inda minutti, eydnaðist tað Vendsyssel at javna, tá veteranurin, Chris Sørensen, skoraði málið.
Við javnleikinum liggur Vendsyssel á einum deildum triðja plássið í næstbestu donsku deildini.
Hitt liðið við føroyskari umboðan, Vejle Boldklub, liggur á níggjunda plássið. 6 stig røttu megin niðurflytingarstrikuna.










