Føroyski U21-landsliðsleikarin, Gullbrandur Øregaard var á vøllinum allan dystin, tá hann og liðfelagarnir í Sandnes ULF á heimavølli í næstbestu norsku fótbóltsdeildini leiktu javnleik 3-3 móti Åsane.
Matias Moldskred legði Sandnes á odda longu tá tveir minuttir vóru leiktir av dystinum. Tá 34 minuttir vóru leiktir javnaði Åsane til 1-1. Stutt undan steðginum var Matias Moldskred aftur á blettinum og legði Sandnes á odda 2-1.
Åsane javnaði til 2-2 tá 50 minuttir vóru leiktir. Tá 75 minuttir vóru leiktir legði Tommy Høiland Sandnes á odda 3-2. Men heldur ikki hesaferð eydnaðist Gullbrandi og liðfeløgunum at halda leiðsluna. Tí minuttin aftaná Sandnes var komið á odda 3-2 javnaði Åsane til 3-3.
Sandnes er nummar 11 í deildini við 14 stigum. Teir hava fýra stig niður til Åsane og Skeid Oslo, ið liggja aftast í deildini við 10 stigum.