Myndin av ísfiskatrolarunum, Jaspis og Ametyst, sum landaðu týsdagin, er tikin í góðveðrinum í morgun.

Full skip - men túrarnir eru ov langir

At skipini eru full undir lúkurnar við upsa, merkir ikki neyðturviliga, at upsaveiðan roynist. Tað gongur ov seint at fáa upp í lastina.

Myndin av ísfiskatrolarunum, Jaspis og Ametyst, sum landaðu týsdagin, er tikin í góðveðrinum í morgun.

Týsdagin 31. august landaðu partrolararnir, Jaspis og Ametyst, 280.000 pund til landingarmiðstøðina Barðið í Havn. Skipini vóru full undir lúkurnar, og meginparturin av veiðini var upsi.

 

Hetta kundi ljóðað til at verið ein góður túrur, men teir, sum reka partrolaraflotan, lata illa at upsaveiðini. Tað hevur sum heild verið lítið av upsa at fingið í longri tíð, og túrarnir gerast ov langir.

 

Onkur hál eru góð, og onkrir túrar roynast, men upsaveiðan er sum heild alt ov lítil í mun til, hvat hon átti at verið. Sjálvt í bestu fiskitíð hevur upsaveiðan verið óstøðug og meira at kalla vánalig.

 

Upsin, sum Jaspis og Ametyst høvdu henda túrin, var blandaður í stødd. Tað skuldi í sær sjálvum verið eitt gott tekin, men tað hevur seinni árini víst seg, at fiskiskapurin ikki ordiliga vil tørna til aftur.

 

Upsi hevur MCS-góðkenning, sum merkir, at veiðan fiskifrøðiliga verður mett at vera burðardygg. Tí eru tað fleiri í vinnuni, sum halda tað vera løgið, at upsafiskiskapurin ikki vil taka seg uppaftur.

 

 

 

 

 

Myndin av ísfiskatrolarunum, Jaspis og Ametyst, sum landaðu týsdagin, er tikin í góðveðrinum í morgun.