Full semja er um fjøruveg við tunli

Bygdaráðið í Leirvík hevur nú broytt samtyktina, sum býtti kommunustýrið í ein meiriluta og ein minniluta. Nú standa allir sjey bygdaráðslimirnir saman um umstríddu verkætlanina við fjøruvegi og tunli

Ferðsla

Á eyka bygdaráðsfundi í Leirvík seinasta fríggjakvøld samtykti bygdaráðið einmælt at halda fast um fjøruvegin við tunli. Áður hava fýra av sjey bygdaráðslimum verið fyri hesi loysnini, meðan hini trý helst vildu hava ein veg omanfyri bygdina.

Eingin ímóti
Fríðgerð Heinesen, borgarstjóri í Leirvík, heldur ikki, at tað er so undarligt, at hini trý í bygdaráðnum nú eisini eru við í nýggju samtyktini um fjøruvegin við tunli.
- Eg vil siga, at eingin av okkum hevur verið ímóti fjøruloysnini við tunli, men nøkur hava hildið, at ein vegur omanfyri bygdina hevði verið ein skjótari loysn, nú Norðoyatunnilin er so nær.
Hon fegnast um, at tað nú er eitt samt bygdaráð, sum mælir til, at fjøruloysnin, ið Teknistovan í Gøtu hevur teknað, verður framd.
Á heimasíðuni hjá Leirvíkar kommunu stendur, at samtyktin er eitt tilmæli til myndugleikarnar um raðfesting av farleiðini um Leirvík.
"Bygdaráðið mælir til, at Projektforslag desember 2005, Farleið um Leirvík, tunnil 2, verður framt, og at samtyktin frá 19. september 2005 fellir burtur... "
Uppskotið er sum nevnt einmælt samtykt.

Kostnaðurin
Hóast Leirvíkar bygdaráð nú stendur saman um fjøruloysnina við tunli, veit eingin, hvat endaliga úrslitið av nýggju vegaføringini í Leirvík verður.
Sum skilst, er metti prísurin av fjøruvegnum við tunli komin dátt við hjá Leirvíkar bygdaráð og hjá Teknistovuni í Gøtu, sum hevur teknað verkætlanina. Landsverk hevur í fyrsta lagi mett, at verkætlanin fer at tátta í 150 miljónir krónur, men síðan er talið minkað nakað. Nú verður tosað um nakrar miljónir minni.
Fríðgerð vísir á, at Teknistovan í Gøtu nú eisini hevur havt ráðgevarar, sum eru vanir við slíkt arbeiði, at meta um verkætlanina, og hóast ymiskt er, hvussu Landsverk og Teknistovan eru komin til sínar upphæddir, er nú at kalla samsvar millum tølini.
Upprunaliga metti Teknistovan, at verkætlanin kundi fremjast nógv bíligari, men eisini tey eru bilsin av, at kostnaðarmetingarnar saman við serfrøðingum á økinum eru so høgar.
Onkur hevur latið orð falla um, at Landsverk kanska hevur "pumpað" prísin upp fyri at mana hesa ætlan í jørðina, men tað heldur borgarstjórin í Leirvík kortini ikki, at stovnurin hevur gjørt.
- Nei, eg ivist ikki í, at hatta er tann prísurin, teir eru komnir til, sigur hon.

NCC tølini
Hon ásannar tó, at kostnaðarmetingin av fjøruvegi við tunli er væl hægri enn upprunaliga mett.
- Men vit halda framvegis fast um hesa loysnina, og nú er tað sum nevnt eitt einmælt bygdaráð, sum stendur saman. Vit halda, at hetta er ein góð loysn fyri framtíðar ferðsluviðurskiftini í kommununi. Hetta er ein loysn, sum vit verða glað fyri, og vit vóna, at hon kann fremjast nakað bíligari, enn metingarnar siga, tá ið samanum kemur.
Fríðgerð vísir á tað, sum umboð fyri NCC, ið byggir Norðoyatunnilin, hevur sagt.
- Hesin metti, at fjøruloysnin við tunli sambært líknandi projektum, sum teir arbeiða við í Noregi, kann fremjast fyri einar 80-90 miljónir krónur. So, kanska kunnu NCC fremja hesa verkætlan bíligari
Hon sigur, at sjálvandi ynskja leirvíkingar eina loysn, har bygdin ikki verður "krøkt" av, men kann fáa nakað burtur úr ferðslustreyminum, sum hon tekur til.

Eingin útmelding
Fríðgerð vísir á tað, sum landsstýrismaðurin og samgonguflokkarnir søgdu síðsta heyst um málið.
- Vit fingu at vita, at samgongan var til reiðar at fylgja tí, sum bygdaráðið í Leirvík vildi, men tá var so talan um eitt krónutal, sum lá millum 60 og 80 miljónir, ið verkætlanin tá varð mett at kosta.
Hon leggur dent á, at tað hevur stóran týdning fyri leirvíkingar, at ein sømilig loysn verður samtykt í landsstýrinum skjótast tilber, nú Norðoyatunnilin letur upp um nakrar mánaðir.
- Vit bíða eftir eini greiðari útmelding úr Vinnumálaráðnum, og vit vóna, at hetta verður ein loysn, sum leirvíkingar kunnu verða glaðir fyri í framtíðini.
Hon vísir á, at tað verður ógvuliga trupult hjá bygdaráðnum at broyta samtyktina, sum nú er einmæld, tí neyvan fæst meiriluti fyri vegi omanfyri bygdina, ei heldur fyri vegi framvið fjøruni  uttan við tunli.
- Ein fjøruvegur við tunli, er nakað, sum vit øll í bygdaráðnum kunnu semjast um, sigur Fríðgerð Heinesen, borgarstjóri í Leirvík.